Í kvøld klokkan 17.30 verður høvi at síggja Jákup Mikkelsen í sjónvarpinum. Hesa tíðina av árinum er klokkan 17.30 ikki á kvøldi, men heldur mitt á degi ? í hvussu so er hjá okkum í Føroyum.
Men hvussu so er og ikki, so skal Herfølge spæla í klokkan 17.30. Tey, sum síggja TV3+ rásina, hava møguleika at fylgja við.
Talan er um tað, teir í Danmark kalla Super Cup. Meistaraliðið Herfølge hevur heimavøll ímóti steypavinnarunum úr Viborg.
Jákup Mikkelsen hevur verið skaddur tað nógva av tíðini, sum teir í Herfølge hava brúkt seg at fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Hann varð skaddur annan dagin sum teir vandu, men nú er hann tøkur aftur.
Í teimum fyrstu venjingardystunum gekk illa hjá Herfølge. Millum annað taptu teir 3?0 í Valby ímóti Frem úr næstbestu deildini. Sunnudagin spældu teir í dystinum, sum populert verður nevndur slagið um Køge kommunu.
Køge, sum inntil Herfølge rættuliga fór at gera um seg í bestu deildini, var fremstta felagið í kommununi av sama navnið, vann 2?0, tá liðini hittust næstsíðst, og hóast talan bara var um venjingardyst, so hava teir funnið nógva fragd í hesum.
Men sunnudagin setti meistaraliðið alt upp á pláss. Teir vunnu 3?1, eftir at tað í hálvleikinum hevði staðið á jøvnum 1?1.
Fleiri flytingar
Sambært upprunaligu skránni fyri superliguna skuldi Herfølge spæla á heimavølli sunnudagin ímóti AaB, sum var meistari í 1999. Men nú er tann dysturin fluttur til annað mikukvøld. Orsøkin er tann, at AaB skal spæla á útivøli í Intertoto Cup kappingini í vikuskiftinum.
Talan verður ivaleyst um avgreiðsludyst hjá AaB. Í vikuskiftinum høvdu teir vitjan av Udinese, og italska liðið fór avstað aftur við 2?0 sigri í viðførinum.
Sambært upprunaligu skránni skal Herfølge spæla ímóti Brøndby sunnudagin 20. august. Nú er tann dysturin fluttur til fríggjakvøldið 18. august. Hetta kemst av, at Herfølge skal spæla í triðja innleiðandi umfarinum í Europa Cup mikukvøldið 23. august.
Eru spentir
Í fjør royndi Herfølge seg í Intertoto Cup, men tað gekk einki serligt. Nú skulu teir stríðast fyri at koma í bólkaspælið í meistarakappingini. Treytin fyri at koma í peningaríka landið er, at teir vinna samanlagt á heimavølli og útivølli í einum umfari.
Jákup Mikkelsen sigur, at teir fara av fullum huga í kappingina í tí vón, at tað skal eydnast, men teir taka hetta sum eitt upplivisli, tí mótstøðan verður øgiliga stór.
Lutakastið verður nú fríggjadagin. Tá verður greitt, hvørji lið vera komin víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum, sum verður liðugt spælt í annaðkvøld ? millum annað Reyða Stjørnan og KÍ.
UEFA hevur flokkað tey liðini, sum skulu taka lut í triðja innleiðandi umfarinum, og tað er greitt, at mótstøðuliðið hjá Herfølge verður eitt av sterku feløgunum í Europa. Millum møguligu mótstøðuliðini eru Milan og Inter úr Italia, Valencia úr Spania og Lyon úr Fraklandi, Feyenoord úr Hollandi, FC Porto úr Portugal og Leeds úr Onglandi.
Um tað miseydnast hjá Herfølge at sleppa upp í part í bólkaspælinum, so sleppa teir kortini at royna seg í Europa Cup. Tey liðini, sum tapa í triðja innleiðandi umfarinum, sleppa upp í part í fyrsta umfarinum í UEFA Cup.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.