Jákup og Gango taka hægstu útbúgvingina

Jákup Mikkelsen og Andras Gango eru byrjaðir á hægstu útbúgvingini fyri málmansvenjarar hjá DBU

Kendu málverjarnir, Jákup Mikkelsen og Andras Gango, sum nú báðir hava lagt skógvarnar á hillina, taka í løtuni hægstu úbúgvingina sum kann takast fyri málmansvenjarar hjá DBU.

 

Talan er um eina lutfalsliga nýggja europeiska útbúgving fyri málmansvenjarar sum írski Patt Bonner og hollendski Frans Hoek, fyri fáum árum síðani stáplaðu uppá beinini. Fyri málverjar kann útbúgvingin samanberast við pro-license útbúgvingina hjá høvuðsvenjarum, sum er hægsta útbúgvingin hjá einum høvuðsvenjara.

 

Í løtuni eru tað 30 málmansvenjarar í Danmark, ið hava útbúgvingina, og Jákup Mikkelsen og Andras Gango vera altso teir fyrstu í Føroyum við útbúgvingini, ið kallast UEFA GK A-License.

 

Jákup Mikkelsen og Andras Gango vera eftir ætlan lidnir við útbúgvingina á sumri í 2019.