HB liðformaðurin eitur Jákup á Borg. Í 1. hálvleiki hilnaðist tað ikki so væl hjá honum, men eftir steðgin – tá ið hann var fluttur úr høgra borði og í hitt – var hann sjónskari í myndini:
- Teir vóru grammir og raskir í 1. hálvleiki, og tá hilnaðist tað illa hjá okkum. Eftir stegðin fingu vit okkara spæl at flóta, og hóast tað tók sína tíð at fáa hol á, so ivaðust vit onga løtu í, at tað skuldi eydnast at fáa mál og at vinna, staðfesti HB liðformaðurin, sum sjálvandi var stak væl nøgdur við, at tað eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna øll stigini, og at HB við fullum stigatali, eftir at trý umfør eru spæld, er einsamalt á odda.