Jákup Mikkelsen tekur enn eitt ár í ÍF

Hetta varð kunngjørt á ársveitsluni hjá ÍF, sum varð hildin í bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið og í dag ber felagið so boðini út umvegis heimasíðuna.

 

40 ára gamli málvejrin varð kosin ársins leikari hjá ÍF á ársveitsluni, og komandi kappingarár skal hann verja málið, tá ÍF millum annað fer at royna seg í altjóða fótbólti.

Hinir 11, sum hava gjørt eins og fyrrverandi landsliðsmálverjin, eru Áki Petersen, Jan Ellingsgaard, Nenad Saric, Karl Løkin, Aleksandar Jovevic, Fritleif í Lambanum, Uni R. Petersen, Dánjal á Lakjuni, Høgni Zachariassen, Andy Olsen og Poul Ennigarð.

 

Heimasíðan hjá ÍF skrivar, at felagið í løtuni arbeiðir við at fáa restina av hópinum upp á pláss.