Jákup Mikkelsen, løgtingslimur
Hvussu kann Sambandsflokkurin verða farin so av leið, at teir nú føra vinnufíggindaligan og vinstravendan politikk, sum verður dikteraður av Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen.
Samráðingarrætturin
Sambandsflokkurin var avgerandi tá løgtingi samtykti at áleggja vinnulívinum eina eyka rokning uppá nógvar milliónir í samband við lógaruppskotið um barnsins fyrsta sjúkradag. Harafturat hevur løgtingið (les Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og partar av Sambandinum) nú lagt seg út í arbeiðsmarknaðin við lóg. Hvørki arbeiðsgevarar ella umboð fyri fakfeløgini stuðlaðu hesi loysnini. Skuldi løgtingið við lóg gjørt broytingar hesum viðvíkjandi, vildi tað verið mest rímuligt at landskassin bar útreiðslurnar sjálvur, heldur enn at senda rokninga til onnur at gjalda.
Tilfeingisgjald á vinnuna
Í politiska ruðuleikanum sum valdar í løtuni, sær út til at tað fer at eydnast Torbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal at gjøgnumføra ætlanirnar um at leggja enn fleiri byrðar og máa støðið undan vinnuni, við einum tilfeingisgjaldi og eini fiskidagabúð.
Vit hava hoyrt Kaj Leo Johannesen í fjølmiðlunum verða ímóti hesum uppskoti, so ganga nakrir dagar so er hann fyri hesum uppskoti, so ganga nakrir dagar so er hann ímóti, so er hann fyri, - spennandi verður í komandi viku um hann tá verður fyri ella ímóti. Álvaratos, tað er ongin stýring á okkara landi og vit hava ein løgmann, sum vendir sum vindur blæsur. Hetta gongur ikki meir. Og hvat siga tinglimir Sambandsflokksins til hetta - vit síggja hvønn dag á tykkum hvussu illa tit eru við - nú mugu tit verða við til at steðga hesum ørskapi.
Uppskotið hjá Tjóveldi um tilfeingisbúð og tilfeingisgjald er veruleikafjart tankaspinn hjá nøkrum akademikarum, sum royna at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, fyri at varðveita ein almennan yvirbygnað, sum er ov stórur og sum vit annars ikki hava ráð til. Er tað, tað Sambansflokkurin vil? Eitt er vist, flestu veljarar Sambandsflokksins vilja hetta ikki.
Harafturat er Poul Michelsen eisini farin av leið. Hann er eisini við uppskotinum at leggja fleiri byrðar á vinnulívið og tað tykist sera løgið, tí tað er í stríð við politikkin hjá Framsókn. Er longu innanhýsis stíð í Framsókn?
Tíðin er komin at lata Føroya fólk tala og lat okkum bara gera tað sama dag sum komandi fólkatingsval!