Seinnapartin týsdagin leikti Molde venjingardyst ímóti Hødd á graslíkisvøllinum í Molde. Jákup Mikkelsen leikti allan dystin, sum endaði 1-1.
Molde hevur higartil leikt sjey venjingardystir, síðan fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í Noreg. Jákup hevur leikt teir tríggjar, meðan kappingarneytin, Eddie Gustafsson, hevur staðið hinar venjingardystirnar.
Í løtuni er svenski landsliðsmálverjin fyrsta val í Molde, men Jákup hevur borið fram, at hann ætlar sær at taka kappingina upp við svian.
Kappingarárið í Noregi byrjar 13 apríl. Molde leikar fyrsta dystin ímóti Odd Grenland á útivølli.