LANDSLIÐIÐ
Tað tað verður Jákup Mikkelsen sum skal stýra liðnum á vøllinum til landsdystirnar leygardagin og mikudagin. Tað kundi Jógvan Martin Olsen fortelja Sosialinum í morgun, eftir at landsliðið hevði vant.
- Jákup Mikkelsen hevur verið við so longi og hevur nógvar royndir, so tí var tað eitt natúrligt val, sigur landsliðsvenjarin um valið.
Jákup Mikkelsen sjálvur var sjálvandi glaður um, at hann var valdur at stýra liðnum á vøllinum, men var sum vanligt púra róligur, tá vit spurdu hann, hvat hann helt um valið.
- Óli hevur gjørt tað væl í so nógv ár, og eg síggi tað sum eina uppgávu, at eg nú skal lyfta liðið, sigur nýggi liðformaðurin.
- Hetta verður eisini eitt sindur øðrvísi nú enn vanligt, og kann tað eisini vera við at geva nakað eyka til mín sjálvs, nú eg skal hugsa meiri um liðið, segði Jákup Mikkelsen eftir venjingina, sum endaði stutt fyri døgurða.