Jákup Mikkelsen gevst

Føroyski landsliðsmálmaðurin hevur nú lagt handskarnar upp á hillina. Tað boðaði 42 ára gamli klaksvíksingurin frá á ársveitsluni hjá ÍF um vikuskiftið.

 

Hann hevur vunnið bæði føroyska meistaraheitið og danska meistaraheitið, umframt at hann hevur spælt ikki færri enn 73 landsdystir. Hann hevur somuleiðis spælt yvir 300 dystir í føroysku kappingini.

 

Hann gjørdist fyrr í ár elsti málmaðurin, sum hevur spælt ein FIFA skrásettan dyst, tá hann sum 42 ár og ein dag gamal vardi málið hjá Føroyum í venjingardystinum móti Íslandi.

 

Nú hevur Jákup Mikkelsen endaliga avgjørt at leggja handskarnar á hillina. Í síni yrkisleið hevur hann umboðað KÍ, Herfølge, Molde, Partick Thistle, B36 og ÍF.