Tað hevur ljóðað í nakrar í dagar, og í gjárkvøldið gjørdist tað veruleiki. Jákup Mikkelsen úr Klaksvík verður maðurin, sum skal loysa Andras Ganga av sum málverji hjá ÍF.
Partarnir skrivaðu sáttmála í gjárkvøldið, og við hesum bendir alt á, at tað verður í ÍF, at Jákup spælir sínar seinastu fótbóltsdystir, áðrenn handskarnir verða lagdir á hillina.
Jákup hevur tey bæði seinastu árini spælt við barndómsfelagnum, KÍ. Undan hesum hevur hann verið yrkisspælari í Danmark, Noreg og Skotlandi, umframt at hann eisini vardi málið hjá B36 í trý ár.










