Tað skrivar Dimmalætting á sínari heimasíðu.
Sosialurin skrivaði í farnu viku, at Brian Kerr, landsliðsvenjari, umhugsar at hava Jákup Mikkelsen í málinum í landsdystunum móti Slovenia og Norður Írlandi í oktober.
Gunnar Nielsen situr uttan fyri við skaða næstu fimm vikurnar, og hann verður tískil ikki tøkur hjá landsliðsvenjaranum.
Jákup Mikkelsen hevur boðað frá, at hann er givin á landsliðnum, men hann er til reiðar at hjálpa føroyska fótbóltslandsliðnum, sigur hann við Dimmalætting.
- Eg veit ikki, um eg veri við. Eg havi tosað við landsliðsvenjaran, og hevur hann brúk fyri mær, so eri eg klárur, sigur Jákup Mikkelsen.
Tórður Thomsen og Meinhardt Joensen hava verið eykamálverjar á landsliðnum seinastu árini.
Sosialurin hevur roynt at fingið viðmerking frá Jákupi Mikkelsen, men tað hevur ikki eydnast.