Jákup Mikkelsen er komin á liðið hjá goal.com

Jákup Mikkelsen gjørdi sítt til at bjarga Føroyum eitt stig ímóti Norður-Ìrlandi týsdagin. Og tað eru fleiri enn bara føroyingar og norðurírar, sum hava givið hesum gætur.

 

Jákup Mikkelsen er nevnliga valdur á liðið, sum www.goal.com hevur valt fyri tað fjórða umfarið í EM-undankappingini. Um orsøkina til teir hava valt Jákup Mikkelsen sum málverja siga teir hjá goal.com: - Tann 40 ára gamli veteranurin vardi føroyska málið av tí, at fyrsta valið, Gunnar Nielsen er skaddur. Mikkelsen gjørdi tað framúrskarandi í 1-1 javnleikinum ímóti Norður-Ìrlandi, har hann hevði gott tamarhald á støðuni, og hann bjargaði nógvum atsóknum, serliga frá Kyle Lafferty. Framherjin hjá Rangers fekk tó ein bólt framvið Mikkelsen, sum kortini hevði gjørt sítt til at tryggja Føroyum og venjaranum, Brian Kerr ein minniligan javnleik.

 

Liðið hjá www.goal.com fyri fjórða umfar í EM-undankappingini sær soleiðis út. Spælskipanin er 3-4-1-2 :

 

Jákup Mikkelsen, Føroyar - John Heitinga, Niðurlond - Philippe Mexes, Frakland - Rashad F Sadygov, Aserbadjan - Ibrahim Afellay, Niðurlond - Xabi Alonso, Spania - Raul Meireles, Portugal - Valentin Stocker, Sveis - Henrik Mkhitaryan, Armenia - Klaas Jan Huntelaar, Niðurlond - Miroslav Klose, Týskland.