Jákup Mikkelsen elsti málverji í einum A-landsdysti nakrantíð?

Tað er nógv sum talar fyri, at Jákup Mikkelsen sum vardi føroyska málið ímóti Ìslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík helst hevur sett eitt heimsmet í altjóða fótbólti.

 

Fótbóltskønir menn vilja verða við, at Jákup Mikkelsen við sínum 42 árum er elsti málmaður nakrantíð, sum hevur vart málið hjá einum A-landsliði í einum FIFA skrásettum landsdysti.

 

Italski heimsmeistarin og málverjin í 1982, Dino Zoff var 41 ár og 3 mánaðir gamal, tá hann spældi sín seinasta A-landsdyst fyri Italia í 1983. Norðurírska málmanslegendan hjá Arsenal, Pat Jennings var júst fyltur 41 ár, tá hann spældi sín seinasta A-landsdyst fyri Norðurírland.

 

Enski málverjin Peter Shilton var 40 ár, tá hann spældi sín seinasta A-landsdyst fyri Ongland, og skotski málverjin, Jim Leighton hevði sama aldur, tá hann spældi sín seinasta A-landsdyst fyri Skotland.

 

Ìslendski málverjin, Birkir Kristinsson hevði eisini rokkið teimum 40 árunum, tá hann spældi sín seinasta A-landsdyst fyri Ísland.

 

Tann tiltikni málverjin, José Chilavert var 38 ára gamal, tá hann spældi sín seinasta A-landsdyst fyri Paraguay, og Tony Meola var 37 ára gamal, tá hann vardi málið hjá USA á seinasta sinni.

 

Soleiðis er nógv sum talar fyri, at Jákup Mikkelsen, sum fór um tey 42 árini týsdagin allarhelst er elsti málmaður nakrantíð, sum hevur vart málið hjá einum A-landsliði i einum FIFA-skrásettum landsdysti.

 

Í søguni hava tó verið útispælarar, sum vóru eldri enn Jákup Mikkelsen er nú, tá teir á sinni spældu sín seinasta landsdyst fyri síni lond. Enska legendan, Stanley Matthews var 42 ár og 104 dagar, tá hann spældi sín seinasta landsdyst fyri Ongland í 1957. Tann dysturin var ímóti Danmark í Keypmannahavn.

 

Walisiski Billy Meredith var 45 ár og 229 dagar gamal, tá hann spældi sín seinasta landsdyst fyri Wales í tí Harrans ári 1920.

 

Spennandi verður at fáa staðfest hetta metið hjá Jákupi Mikkelsen.