Hósdagin 7. februar 1985 skrivar Sosialurin, at í vikuni keypti Jákup Joensen í Lopra Hotel Føroyar við Oyggjarvegin fyri 50 milliónir krónur.
Sosialurin fekk eitt prát við Jákup, áðrenn hann fór niðan á hotellið, sum hendan dagin skifti navn frá Hotel Føroyar til Hotel Borg.
Jákup sigur m.a. í samrøðuni: Tá eg fyri 14 døgum síðan fór til USA á eini arbeiðsferð, visti eg at hotellið skuldi seljast, og í hesum sambandi bað eg um upplýsingar og tilfar um hotellið, sum eg kannaði á ferðini. Tá eg kom heim aftur fríggjadagin, fekk eg at vita, at seinasta freist at lata tilboð inn var klokkan fýra seinnapartin. Við tyrluni kom eg til Havnar hálvan tíma áðrenn, so tað var ikki nógv tíð at umráða seg í.
Tá blaðkvinnan á Sosialinum spyr Jákup, sum eigur bæði trolarar og flakavirki, um hann heldur at ferðafólkavinnan verður ein týðandi táttur í samfelagsbúskapinum í framtíðini, sigur hann at tað heldur hann avgjørt. Hóast veðurlagið her hjá okkum ikki er sum í øðrum londum, har ferðafólkavinnan hevur virði í samfelagsbúskapinum, heldur hann at vit hava eitt sera vakurt umhvørvi at bjóða, og tað vænti eg mær nógv av í framtíðini.