Jákup Lindenskov 80 ár

Mánadagin 10. juni fyllir Jákup Lindenskov, fyrr­ver­andi løg­tings-, landsstýris- og fólka­tingsmaður 80 ár.
Jákup Lindenskov varð valdur á ting fyri 55 árum síðani – sum bert 25 ára gamal varð hann valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Havn á løgtingsvalinum í 1958.
Jákup er úr Havn, son­ur Edvard Lindenskov (í Rættará) og Biritu, sum var í Leynum, hóast bæði for­eldur hennara vóru úr Kví­vík. Jákup tók realprógv í Havn í 1950, og sama árið fór hann í læru hjá Trygg­ingar­sambandinum Føroyar, sum tá helt til úti í Tinganesi, og hvørs starvsfólk kundu teljast á hondunum. Hann fór seinni til Danmarkar, har hann gekk á handilsskúla og arbeiddi í trygging.
Í 1958 stillaði Suður­streym­oyar Javnaðarfelag hann upp sum nummar eitt til løgtingsvalið – tá varð stillað upp í nummarrøð – og hann varð valdur. Flokkurin hevði eitt sera gott val hetta árið, og Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður. Jákup sat á tingi til valið í 1966, tá hann fall–honum tørvaðu bert níggju atkvøður. Tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, varð Jákup valdur í landsstýrið, og varð hann aftur valdur á ting í 1970 við hálvtfimthundrað atkvøðum. Hann var lands­stýrismaður í fýra landsstýris­samgongum. Í 1979 stillaði Javnaðarflokkurin hann upp til fólkatingið, tá veteranurin Johan Nielsen legði frá sær. Jákup varð valdur og legði landsstýrisstarvið, sum hann hevði røkt í 11 ár, frá sær. Jákup sat á fólkatingi í átta ár, tvey tey síðstu sum varamaður. Jákup gavst sum virkin politikari í 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið.
Í politikki er Jákup kend­ur fyri sítt varsemi – ikki minst, tá tað snúði seg um ríkismálini. Honum dámdi lítið, tá menn fóru upp at sveima í loysingarpráti – hann virkaði fyri at tryggja lívsgrundarlagið, og ríkis­veit­ingina sá hann sum eina neyð­vendigheit til tess. Hann hevur sera drúgvar royndir sum politikari – eitt nú var hann ein teirra, sum í januar í 1959 fór niður at sam­ráðast við H.C. Hansen, for­sætis­ráðharra um al­manna­­lóg­ir­nar, sum komu í gildi sama árið – tær lógir, sum vit í dag síggja sum eina sjálv­fylgju, fólkapenjónin v. m. Øll árini sum landsstýrismaður umsat hann almannamál, og tey lógu honum øll árini næst á hjarta.
Tann fyrsta løgtingsfíggj­ar­lógin, sum Jákup var við at samtykkja á tingi var upp á 18 milliónir. Tann síðsta, hann var við til at samtykkja – tað var í 1993, var upp á 2.500 milliónir! Hetta lýsir kanska broytingarnar í samfelag okk­ara – og í politikki, tey árini Jákup var virkin politik­ari.
Eitt av málunum, sum Jákup var errin av at loysa á fólkatingi, var lógin um skaðendurgjald til teirra, ið sigldu undir kríg­num. Før­oy­ingar vórðu upp­runaliga ikki fevndir av lógini, hóast teir áttu at verið tað. Saman við teimum, sum stríddust fyri at vinna hesi rættindi, eydnaðist tað Jákupi at binda danska Javnaðarflokkin til at seta hetta sum treyt fyri at atkvøða fyri fíggjarlógini hjá Poul Schlüther.
Meðan Jákup var lands­stýris­maður vórðu lunnar lagdir undir fleiri batar, eitt nú lógina um dagpengar við sjúku og barnsburð, eins og deildirnar á Eirargarði vórðu bygdar at hýsa teimum menn­ingartarnaðu, sum fram til ta tíð vórðu send av land­in­um á stovn í Danmark. Tey kundu nú flyta heimaftur av Rød­by­gaard.
­Í politikki hevur Jákup sum vera man havt nógv álitis­størv, og var hann eitt nú ting­formaður frá 1984-87. Ting­skrivari var hann fleiri av fyrstu árunum, hann sat á tingi, eins og hann eisini var limur í Norðurlandaráðnum.
Í sínum borgarliga starvi á Tryggingini var hann við til at seta á stovn Lívs­trygg­ingina – hetta var árið fyri at hann fór í farloyvi frá Trygg­ingini fyri at gerast lands­stýrismaður – og hann var burt­uri frá tryggingini næstu 16 árini.
Øll árini hevur Jákup ver­­ið virkin innan fráhalds­rørsl­una gjøgnum Losjuna í Havn, har rættuliga stórt ung­dóms­virksemi var í fimmti og seksti­árunum. Soleiðis var hann eisini við til at stovna hond­bólts­felagið Kyndil í 1956. Eis­ini var hann var eitt skifti í seksti­árunum blað­stjóri á Sosialinum.
Jákup var í nógv ár for­mað­ur í endurbúgvingar­stovn­in­um ALV, hann hevur ver­ið formaður í Heil­brigd­in­um á Velbastað síðani tað varð stovnað í 1986, hann hevur í nógv ár verið for­maður í stýrinum fyri Blinda­stovnin, og hann var eisini formaður í nevndini fyri Eldra­tilhaldið í gamla Føroya Bankahúsinum í Tórsgøtu í Havn tey nógvu fyrstu árini, so hann hevur havt nógv jørn í eldinum, eftir at hann fór um pensjónsaldur.
Jákup Lindenskov giftist í 1961 við Jónu, f. Jacobsen úr Fuglafirði. Hon er dóttir Jóhannus Jacobsen, betur kendur sum »skómakarin«, og Ellifíu hjá Óla á Miðgerði. Jákup og Jóna eiga børnini Elin, sum býr í Havn, Biritu, sum býr í Keypmannahavn og Eirik, sum býr í Havn.
Føðingardagurin hjá Ják­upi verður hildin í Losjuni í Havn, Tinghúsvegur 18, mána­­­dagin frá klokkan 18.00.