Jákup ikki hvør sum helst

– Eg haldi ikki, at vit kunnu hava ein mál­mann, sum kanska er í heimsklassa, sitandi á bonkinum, sigur Heðin Askham, ið hevur valt Gunnar Nielsen fram um Jákup Mikkelsen at verja føroyska málið í Íslandi

Sunnukvøldið bar Vágapor­talurin tey tíðindi, at Jákup Mikkelsen – eftir 21 ár á landsliðnum – kendi seg »spark­aðan av landslið­num«, nú setti landsliðs­venjarin, Heðin Askham, hevur sagt Jákupi, at hann ikki kom at byrja inni í vinardystinum ímóti Íslandi 22. mars.

– Eg vildi geva Jákupi »fair-play«, tí hann er ikki hvør sum helst í føroyskum fótbólti. Hevði eg tikið hann út, so skuldi eg eisini byrjað við honum í málin­um, sigur Heðin Askham, sum í dag hevur almanna­kunngjørt hópin til Ís­­landsdystin – uttan Jákup Mikkelsen millum teir 18 úttiknu.

– Jákup hevur ikki upp á nakran máta spælt seg av, men eg haldi ikki, at vit kunnu hava ein málmann, sum kanska er í heimsklassa, sitandi á bonkinum, sum hev­ur verið ein stór orsøk til góðu úrslitini hjá U21-landsliðnum, sigur setti landsliðsvenjarin og sipar til Gunnar Nielsen, sum her­fyri skrivaði undir sátt­mála við enska Premier League-felagið, Manchester City.

Heðin Askham sigur, at hann ikki vil avskriva nakr­an í heimligu kappingini, men sambært Vágaportalin følir Jákup Mikkelsen seg avskrivaðan á landsliðnum, nú hann hevur fingið at vita, at hann ikki longur er fyrsta valið til málmans­plássið.

– At tað fór at enda so­­leiðis, hevði eg nú ikki droymt um. Eg hevði hugs­að um at spælt mín seinasta dyst á landsliðnum undir øðrum umstøðum, eitt slag av farvæl-dysti, men tað verður so av ongum, sigur hann við Vágaportalin, har hann eisini váttar, at hann ikki vildi fara til Íslands fyri at sita á bonkinum.