Jákup Hjaltalin í essinum !!

Bridge

Sp EKD6
Hj K76
Ru EK2
Kl B75
Sp B1043Sp 97
Hj E54Hj DB932
Ru 43Ru B95
Kl D1032Kl 64
Sp 82
Hj 108
Ru D10862
Kl EK98

NESV
2ntPas4ntp
6nta.p.

2nt = 20-21 hp
4nt = Spyr um 2nt hondin hevur nakað eykað.

Jákup Hjaltalin, ið var norðan, meldaði í so hart, tá ið hann meldaði 6nt við 20 hp og 4333 fordeiling. Men meldar ein hart, skal ein eisini spæla væl og tað gjørdi Jákup. Heðin Mouritsen, ið sæt eystan, spældi hjartar damu út, Jóannes Mouritsen, sum sæt vestur, gjørdi ein feil, tá ið hann tók við essinum og spældi hjartara aftur. Jákup tók við konginum og tók fýra rútarstingir og kom til hesa støðuna:

Sp EKD6
Hj
Ru
Kl B75
Sp B1043Sp 97
Hj Hj DB9
RuRu
Kl D103Kl 64
Sp 82
Hj
Ru 2
Kl EK98

Til rú 2 fekk Jóannes ein óloysiligan trupulleika. Hann kundi ikki kasta ein kleyvara, tí so vann Jákup við at taka kleyvar ess og kong, Jóannes kundi heldur ikki kasta spar, tí so varð tann síðsti spaðarin hjá Jákup góður. Altso 12 stikk uppá skvis
Jóannes kann forða fyri, at Jákup fær tempo til skvisina, við ikki at taka fyri hjartar ess í fyrsta stikkið. Men so vinnur Jákup lætt við, uppá sama hátt, at taka fyri sínar rútarar. Jóannes kann nú kasta hjartar ess burtur og framvegis varveita haldið í báðum teimum svørtu litinum. Men tá tekur Jákup fyri spar ess, kong, damu og spælir Jóannes inn uppá tann síðsta sparin. Jóannes má nú spæla út frá kleyvar damu. Altso 12 stikk uppá sluttspæl.