Jákup hevur skift fýra spælarar út

Búi Egilsson er í kvøld á beinkinum hjá Suðringum

Klokkan 18.00 bríkslar Rúni Gaardbo fyri fyrstu ferð í Gundadali, har B36 hevur vitjan av Suðringum.

B36 venjarin, Jákup á Borg, hevur gjørt fleiri skiftingar á liðnum sammett við sunnudagin, tá ið B36 tapti 2-1 í Sarpugerði.

Fýra spælarar, sum vóru millum teir fyrstu ellivu sunnudagin, eru í kvøld á beinkinum.

Nýggir á liðnum eru miðverjin Andrias H. Eriksen, vongverjin Alex Mellemgaard, miðvallarin Eli Falkvard Nielsen og framrættaði Hannes Agnarsson.

Róaldur Jakobsen, sum er darvaður av skaða, er aftur í kvøld millum teir á B36 beinkinum.

 

Higartil í ár hevur Búi Egilsson verið fremsti maður hjá Suðringum. Hann hevði tveir risa møguleikar á Skála leygarkvøldið, men tað eydnaðist honum ikki at skora. Í kvøld er Búi Egilsson millum teir á beinkinum hjá Suðringum.

Nýggjur maður á liðnum hjá Suðringum í kvøld er Teitur Mortensen.