Tað er í kvøld klokkan 17:30 føroyska tíð at B36 spælir fyrru uppgerðina í Europa League kappingini móti estlendska Nomme Kalju.
Fyri løtu síðani gjørdist eisini greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum fara á vøllin fyri B36 klokkan 17:30.
Liðið hjá B36 til dystin í kvøld sær soleiðis út:
Tórður Thomsen – Erlendur Magnussen, Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Gestur B. Dam – Benjamin Heinesen, Róaldur Jakobsen, Odmar Færø, Eli F. Nielsen, Patrik Johannesen – Lukasz Cieslewicz.
Sostatt er B36 liðið eitt sindur broytt í mun til heimligu kappingina, tá Patrik Johannesen plagar at spæla sum fremsti maður, meðan Lukasz Cieslewicz plagar at byrja aftanfyri hann. Í dag er Lukasz Cieslewicz fremsti maður, meðan Patrik Johannesen er farin at spæla til vinstru á miðvøllinum.