Jákup hevur sagt farvæl til Molde

Føroyski landsliðsmálverjin ynskir ikki at flyta familjuna til Noregs fyri tað tilboðið, sum hann hevur fingið frá Molde

 

Fyrrapartin í gjár fór Jákup Mikkelsen úr Molde. Umvegis Oslo gekk leiðin til Keypmannahavnar. Eftir døgurða var Jákup Mikkelsen aftur í danska høvuðsstaðnum, og tað er ikki sannlíkt, at hann fer aftur til Molde.

? Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan ? bæði á vøllinum og í býnum ? so hevur mær dámt væl í Molde. Tað hevur gingið væl á vøllinum, og eg eri fallin alt betri til í býnum.

Og tú ætlar tær ikki at halda fram í felagnum?

? Eg tosaði við teir í síðstu viku. Teir komu við einum tilboði, og eg má bara staðfesta, at tilboðið ikki er av einum sovornum slagi, at tað er lokkandi hjá mær at flyta til Molde saman við familjuni. Tá talan er um so stóra broyting, sum at konan skal gevast við útbúgvingini, børnini skulu læra eitt nýtt mál og fella til í nýggjum umhvørvi, og tað harafturat er møguleiki fyri, at eg ofta skal sita á beinkinum, so ber tað ikki til at taka av, uttan at talan er um eitt rættuliga gott tilboð. Og eg haldi ikki, at tilboðið, sum eg havi fingið frá Molde, er av hesum slagnum.

Hevur tú boðað Molde leiðsluni frá hesum?

? Nei, tað havi eg ikki. Eg skuldi umhugsa støðuna til týsdagin, men eg havi tikið støðu og fari at boða teimum frá, at eg komi ikki aftur.


Bíðar eftir nýggjum møguleika

Jákup Mikkelsen veit ikki, hvar hann nú fer at spæla fótbólt. Hesar seianstu vikurnar hevur verið at hoyrt um fleiri feløg, sum hava brúk fyri nýggjum málverja. Talan er millum annað um feløg í Danmark, Skotlandi, Onglandi, Hollandi og Týskalandi.

Tað eru nógvir fótbóltsumboðsmenn, sum hava samband við nógv feløg og spælarar, og Jákup Mikkelsen hevur samband við onkrar av hesum monnunum.

? Nú gleði eg meg at vera saman við familjuni í Haslev. Eg veit ikki, hvar fótbóltsframtíðin liggur. Eg kenni meg framvegis at vera væl fyri, og eg havi einki ímóti at spæla fótbólt í nøkur ár afturat. Men nú havi eg innstillað meg uppá at bíða, og so fáa vit at síggja, sigur Jákup Mikkelsen.