Jákup hevur eisini sína rættartrygd

- Hetta snýr seg slett ikki um at siga landsstýrismannin í fiskivinnumálum úr starvi, men um at finna eina skipan, sum løgfrøðigliga og politiskt er í lagi, sigur løgmaður, Kaj Leo Johannesen

Uppundir endan av seinastu viku varð nógv gjørt burtur úr gegnisspurninginum hjá Jákupi Mikkelsen, landsstýrsmanni í fiskivinnumálum. Orsøkin til hóvastákið er, at systir Hanus Hansen, sum er ein av Føroya størstu reiðarum, er gift Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni. Tí hevur spurningurin eisini tikið seg upp um, nær ella um Jákup Mikkelsen kann gerast ógegnigur í sínum arbeiði sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Eftir at eitt nú advokatarnir, Annfinnur V. Hansen og Jógvan Páll Lassen, hava givið sína støðu til kennar um hetta mál, hevur Sosialurin í morgun fingið eina stutta viðmerking frá løgmanni, Kaj Leo Johannesen.

Um 2-3 dagar
Løgmaður sigur, at hann fekk tað tilfar, sum fyriliggur í málinum, fríggjadagin, eins og fundur tá eisini var millum hann og landsstýrismannin um gegnisspurningin.
Nú fer løgmaður so saman við sínari serfrøði á Løgmansskrivstovuni at hyggja eftir hesum tilfari, eins og hann fer at ráðføra seg við sína umsiting.
- Eg fari helst at brúka einar 2-3 dagar til hetta, og so fari eg at koma við mínari niðurstøðu, sigur hann.
Kaj Leo Johannesen vísir á, at Jákup Mikkelsen sum landsstýrismaður eisini hevur sína rættartrygd, og at hann annars skal viðfarast sum onnur menniskju, sum løgmaður tekur til.

Ikki úr starvi
Spurdur, um tað er hugsandi, at løgmaður fer at siga landsstýrismannin úr starvi, tí hann møguliga kann gerast ógegnigur í fleiri fiskivinnumálum, sigur Kaj Leo Johannesen, at hetta mál snýr seg slett ikki um at siga landsstýrismannin úr starvi ella ikki.
- Fyrst skal eg saman við mínari serfrøði á Løgmansskrivstovuni endaliga staðfesta, hvussu málið liggur, og síðan skal støða taka til, hvussu vit arbeiða víðari. Hetta mál snýr seg um tvey ting, løgfrøði