Jákup: Hetta er nakað ein droymir um (FM1)

(FM1) Hoyr ein fegnan debutant gleðast um fyrstu minuttirnar á A-landsliðnum

##med2##

Hann hevur verið hollur hjá KÍ, og hann hevur eisini verið hollur hjá U21-landsliðnum, Jákup Biskopstø Andreasen.

Í dag fekk hann fyrstu minuttirnar fyri føroyska A-landsliðið, tá Føroyar vunnu týðandi 1-0 sigur á Andorra í Nations League kappingini. 

- Hetta er nakað ein droymir um, greiðir ein fegin Jákup Biskopstø Andreasen frá.

Hann fortelur, at hann var settur inn at verja fyri tað seinastu løtuna, og Jákup heldur, at liðið hevði fult tamarhald á støðuni.

Nú ætlar ungi liðskiparin hjá KÍ at stríðast fyri at vinna eitt pláss á miðvøllinum á A-landsliðnum. Hansara lutur fer ikki at liggja eftir.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi á FM1 við Jákup Biskopstø Andreasen aftaná 1-0 sigurin á Andorra. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Klæminti A. Olsen, og hoyra Teit Joensen seta orð á málið. Hoyr eisini samrøðu við sigursmálskjúttan.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Hallur Hansson.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Eli Hentze. 

(Samrøða við debutantin Jákup Biskopstø Andreasen)