Jákup Hansen 90 ár

Mikudagin 14. september fylti Jákup Hansen, vanliga nevndur skómakarin, við Gøtugjógv, 90 ár.

Jákup er ættaður úr Syðrugøtu. Foreldrini vóru: Anna Súfie og Elias Hansen á Fløttinum í Syðrugøtu.

Sum ungur var Jákup eini tvey ár til skips, men gavst tí hann slapp ikki av við sjóverkið. Ístaðin fór hann í læru sum skómakari tann 1. apríl 1933 hjá Knút Petersen skómakara í Havn.

Í 1937 byrjaði Jákup fyri seg sjálvan sum skómakari við Gøtugjógv. Umframt at umvæla skógvar byrjaði hann í 1947 eisini at selja skógvar.

Undir krígnum hevði hann nógv samband við ensku hermenninar, sum vóru í Gøtu tá.

Hann arbeiddi eisini sum vegformaður hjá Landsverkfrøðinginum í Eysturoy í 24 ár. Hann koyrdi t.d. kavablásarin fleiri vetrar, og minnist hann aftur á nógvar hættisligar løtur á Leirvíksvegnum hesa tíðina.

Jákup hevur umvalt skógvar líka til hann í vár var so óheppin at detta og fekk skaða. Hann hevur eisini latið nógvar skógvar, serliga til tey sum koyra til Rumenia við neyðhjálp. Men eisini til føroyingar sum av ymiskum orsøkum eru komnir illa fyri. Skósøluna við Gøtugjógv, sum hann byrjaði í 1947 og skjótt hevur 60 ár á baki, rekur abbasonurin Terji Hansen í dag.

Jákup er seinnu árini kendur sum ein sannur russaravinur, og hevur hann havt gott samband við russiskar sjómenn, sum hava ligið á Skála. Hann hevur t.d. hjálpt teimum at keypa gamlar bilar og gingið teimum til handar í aðrar mátar. Í dag eigur Jákup nógv vinfólk í Russlandi, sum hann hevur brævasamband við. Hann hevur eisini verið heiðraður av russiska fiskimálaráðharranum fyri at hava tikið sær væl av russarum í Føroyum.

Jákup hevur verið trúfastur til møtini í Filadelfia í Gøtu, og nógvir av útlendsku trúboðarunum sum hava vitja oyggjarnar hava notið gott av hansara hjálpsemi. Hann hevur t.d. koyrt teir til tey ymisku støðini at halda møtir.

Jákup hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum og dámt at koyra við góðum bilum. Tað eru nokk fleiri sum minnast hansara fínu Rambler bilar frá 60-unum.

Jákup giftist við Marsonnu, sum var ættað frá Gøtugjógv. Foreldur hennara vóru: Katrina og Jóhannes Jacob Hansen við Gøtugjógv.

Marsanna og Jákup fingu fýra børn: Kári, f. í 1939, Anna f. 1943, Jóannes f. 1945 og Líggjas f. 1947. Kári og Jóannes búgva við Gøtugjógv, Anna býr á Skipanesi og Líggjas býr í Klaksvík. Marsanna doyði í 1990, 74 ára gomul. Hon hevði í mong ár frisørsalong í heiminum hjá teimum.

Seinni giftist Jákup við Klaru, sum er russisk og var ein av manningini á einum av russisku trolarunum, sum lá á Skála. Abbabørnini hjá Jákupi eru 14 og langabbabørnini eru 10 í tali.

Føðingardagurin varð hildin saman við familjuni.