Jákup gevst í býráðnum

Jákup Mikkelsen stillar ikki upp til býráðsvalið í Klaksvík Fólkafloksmaðurin Jákup Mikkelsen stillar ikki upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu í heyst. Tað sigur hann við Norðlýsið.

Jákup Mikkelsen er eisini løgtingsmaður, og tað er høvuðsorsøkin til, at hann hevur valt at taka seg burtur úr býráðsarbeiði, sigur hann.

Jákup Mikkelsen varð fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð í 1984, og eitt skifti var hann varaborgarstjóri. Hetta valskeiðið hevur hann verið formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.