Jákup fer í summarfrí

Komandi tríggjar vikurnar skal landsliðsspælarin halda frí

Fótbóltur

 Eg verði noyddur at taka ein steðg nú. Tá tú ert 26 ár, so loysir tað seg ikki at spæla dyst eftir dyst við pínustillandi tablettum, og tí eru Krzyztof og eg samdir um, at talan nú verður um steðg.
Jákup á Borg tykist vera púrasta avkláraður um, at hann nú noyðist at halda frí í nakrar vikur. Skaðin í lærkrikanum hevur argað nógv seinastu vikurnar, og tí tykist hvíld vera einasti heilivágurin, sum veruliga nyttar nakað.
Men hóast avkláraður, so skerst ikki burtur, at spælarin sjálvur er harmur um, at hann noyðist at steðga á júst nú.
 Gongdin hjá okkum hevur jú verið serstakliga góð, og tí er tað altíð irriterandi. Men talan er um langt kappingarár, og so er tað betri, um eg nú komið veruliga fyri meg, heldur enn alla tíðina at spæla við skaða, sum kanska eisini versnar, um eg blívi við at treiskast, sigur hann.
Eftir ætlan, so noyðist HB at vera Jákup fyriuttan í komandi trimum landskappingardystunum. Hesir eru ímóti Skála (úti), GÍ (heima) og KÍ (úti). Hartil verður hann heldur ikki við, tá HB millum hesar dystir skal royna seg í Inter-Toto kappingini.