Jákup í europeiska eldin í kvøld

Viborg vísti í fyrrakvøldið, at tað ikki stendur so heilt illa til hjá dønum í Europa Cup

Í kvøld skal einasti føroyingurin, sum framvegis tekur lut í europeisku kappingini, aftur í eldin. Talan er um Jákup Mikkelsen, sum á heimavøllinum í Herfølge skal verja málið, tá AIK Stokholm kemur á vitjan.

Útgangsstøðan hjá Herfølge er so mikið góð, at teir verða mettir at vera favorittar at sleppa víðari í kappingini. Fyri fjúrtan døgum síðani var Herfølge í Stokholm. Ta ferðina fór einki mál ígjøgnum hjá Jákupi. Herfølge vann 1?0. Í Europa Cup hava mál á útivølli stóran týdning, og tí verður mett, at Herfølge eigur at hava góðan møguleika at vera í hattinum, tá teir fríggjadagin fara at draga um, hvussu liðini skulu hittast í næsta umfarinum í UEFA Cup.


Glottin

Í Danmark hevur tað tær báðar seinastu vikurnar verið nógv tosað um, at donsku liðini hava staðið seg so vánaliga í Europa Cup. Í fyrrakvøldið var kortini talan um ein glotta. Viborg, sum hevði megnað málleysan javnleik á útivølli ímóti CSKA Moskva, vann 1?0 á heimavølli og spældi seg harvið víðari í kappingini.

Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum. So varð spælt tvær ferðir eitt korter longd leiktíð, og tá eydnaðist tað Viborg at fáa eitt mál.

Umframt Herfølge fara Brøndby og AB at royna seg í kvøld. Hvørki av hesum liðunum verður mett at hava serligar møguleikar at spæla seg víðari í kappingini.