Jákup er offraður

Hetta heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Andreas Petersen, sum í sama viðfangi fylist á, at embætismannaverk okkara viknar, orsakað av stórum útskiftingum og ótryggleika millum stovnsleiðarar

Andreas Petersen, kommunulækni og fyrrverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, er sannførdur um, at Jákup Mørkøre er offraður í sjúkrahússtríðnum.


Helena gav sjálv boðini

Andreas greiðir frá, at Helena Dam á Neystabø seinasta heyst gjørdi vart við, at lønarparturin av samlaðu útreiðslunum, var nógv størri á Landssjúkrahúsinum, enn hann var á sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroy. Samstundis gjørdi hon vart við, at størri rúmd átti at verið fyri umvælingum og íløgum á Landssjúkrahúsinum, tí hesin parturin hevði verið við skerdan lut í fleiri ár.

-Longu tá sendi Helena út signal um, at lønarskerjingar skuldu fremjast á Landssjúkrahúsunum, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Hann ivast heldur ikki í, at Jákup Mørkøre hevur handlað út frá hesum, og tískil hevur nýtt størri part av játtanini til viðlíkahald og íløgur, soleiðis at signalini frá landsstýriskvinnuni vórðu fylgd.

At landsstýriskvinnan ikki skal vera kunnað um, hvørjar avleiðingar hetta skuldi fáa fyri sjúkrahúsverkið skilji eg als ikki, sigur ein avgjørdur Andreas við Sosialin.

Fíggjarætlaninar fyri ymsu stovnarnar verða lagdar um summarið og tíðliga á heysti, og hóast landsstýriskvinnan sjálvandi ikki kennir einstøku tølini niður í smálutir, so átti hon at verið vitandi um, hvørji høvuðstølini í ætlanunum vóru. Eru eitt nú lønarútreiðslurnar minkaðar lutfalsliga, átti ikki at verið trupult at ímynda sær, hvørjar avleiðingar hetta hevði við sær.

Andreas Petersen sigur víðari, at hann hvørki skilur ella trýr, at at einki samskifti hevur verið umvegis stjóran í Almanna- og heilsustýrinum, og er hann tí fullvísur um, at landsstýriskvinnan hevur vitað meira, enn hon letst at vita.


Óheppin gongd

Annars metir fyrrverandi landsstýrismaðurin, at tað er ein óheppin gongd, at stovnsleiðarar hjá tí almenna ferð eftir ferð verða offraðir, so hvørt sum tað hóvar einum landstýrismanni. Støðan kann eisini sammetast við tað, sum hendi, tá fyrrverandi Landsverkfrøðingurin varð uppsagdur, tí avvarandi landsstýrismaður hevði fingið eitt hugskot um eina samanleggin av stovnum, uttan at nakað fyrireikandi arbeiði varð gjørt. Ikki fyrr enn eftir uppsøgnina, varð farið í holt við at kannað, hvørjar fyrimunir ein slík samanlegging fór at hava við sær, og sum kunnugt er einki komið burtur úr, uttan at landsverkfrøðingurin, í hesum føri hægsti tekniski embætismaðurin í landinum, varð koyrdur til hús og landsverkfrøðingsstovnurin niðurprioriteraður. Hetta metir Andreas vera alt annað at styrkjandi fyri demokratisku siðvenjuna her á landi.

-Embætisfólki er í stóran mun við til at tryggja stabilitetin í einum samfelag, við tað at hesir persónar gjarna verða sitandi í longri áramál, meðan politikkarar sum kunnugt koma og fara, og hetta er jú ein sunnur partur av demokratinum.

Embætismannaverkið er ein arvur, sum demokratiið hevur fingið frá einaveldisskipanini, og júst sterka embætismannaverkið hevur tryggja, at vit í Norðureuropa og Norðuramerika hava havt sera stabil politisk viðurskifti, har svik og korruptión hevur hoyrt til undantøkini heldur enn regluna, sigur Andreas Petersen.

Hann samanber síðani støðuna á okkara leiðum, við leiðsluháttin, sum er galdandi í Suðureuropa og tria heiminum. Har eru politisku viðurskiftini aloftast sera óstabil, og kemst hetta í stóran mun av, at embætismannaverkið er veikt.

-Tá embætismenninir verða skiftir út við stuttum skotbráðum, er vandi fyri, at hesir royna at skava sum mest til sín sjálvs, meðan teir sita í sessum sínum, og verður hetta aloftast gjørt uttan at hugsa alt ov nógv um moral og etikk.

-Her heima hava vit altíð havt embætisfólk, sum hava verið nøkunlunda trygg í sessi sínum, eins og tey hava fingið eina hampuliga løn, og hevur hetta tryggjað javnvágina í samfelagnum. Talan er sostatt um eina sera óhepna snaring, sum gongdin hesum viðvíkjandi hevur fingið seinastu árini, sigur Andreas Petersen at enda.