Jákup er í Odense

Landsliðsleikarin fór sunnudagin til Danmarkar, har hann í eina lítla viku skal kunna seg við umstøðurnar í OB

Fótbóltur

Ein av teimum leikarum, sum fleiri ferðir er settur í samband við útlendsk feløg, uttan at úrslit er komið burturúr, er Jákup á Borg. Serstakliga hevur áhugin verið stórur eftir góðu avrikini móti Skotlandi og Týsklandi í heyst, men ein skaði í lærkrikanum hevur tó argað somikið nógv, at talan hevur verið millum lítlan og ongan fótbóltsaktivitet.
Leygardagin visti heimasíðan hjá danska superligufelagnum, OB, tó at siga, at felagið komandi vikuna skal hava B36 leikaran til royndarvenjing.
Leygarkvøldið vórðu tíðindini um leikaraskiftið eisini váttað av bæði leikarunum sjálvum og umboðsmanni hansara, Jákup í Stórustovu, men hvørgin teirra var tó serliga nógv fyri at tosa stórvegis um skiftið.

Veruligur áhugi
Tað er tó einki at ivast í, at talan er um reellan áhuga frá danska felagnum.
Ein skaddur leikari er í øllum førum ikki tann, sum kann prógva tað stóra undir venjingunum, og Jákup á Borg váttaði eisini, at hann fyrst og fremst er boðin til Odense at kunna seg um umstøðurnar í felagnum.
- Vit hava tosað saman í eina tíð, og nú hava teir so boðið mær niður at hyggja at umstøðunum. Akkurát hvussu skjótt tað kann ganga við hesum, dugi eg als ikki at siga, men tað er púra greitt, at fái eg eitt gott tilboð, so fari eg avstað, var einasta viðmerkingin, sum Jákup á Borg hevði undan fráferðini.
Sjálvur roknaði Jákup heldur ikki við, at hann fer at venja stórvegis við felagnum hesar dagarnar. Fríggjadagin skal hann við landsliðnum á venjingarlegu í Spania, og tá danski flytingargluggin fer aftur um mánaðarskiftið, er hetta helst einasti møguleikin hjá pørtunum at kunna seg um hvønn annan, um talan skal gerast um skifti í hesum kappingarárinum.