Fótbóltur
Við fýra vikum til helst størstu uppgávuna í søguni hjá føroyska fótbóltsalandsliðnum – heimadystinum móti heimsmeistarunum – mundu landsliðsfjepparar fáa ein hvøkk, tá Jákup Mikkelsen noyddist skaddur av vøllinum á Sandi.
Umframt eina rúgvu av hepni, so man gott málverjaspæl vera ein tann týdningarmesta fortreytin fyri einum góðum føroyskum úrsliti tann 2. juni, og besta boðið í so máta er helst, at Jákup Mikkelsen er tøkur.
- Tað verður so ikki hasin skaðin, sum forðar mær í tí. Eg fekk ein stoyt niður á herðablaðið, og eina løtu var armurin púrasta doyvdur. Í kvøld er tó munandi betri, og eg rokni ikki við, at hetta fer at darva mær tað allarminsta, helt Jákup, tá vit sunnukvøldið hittu hann á orði.
Fer fegin á beinkin
Og so var landsliðsmálverjin skjótur at staðfesta, at tað helst bara hjálpti, at han noyddist av vøllinum.
- Tað er ikki ofta, at ein venjari skiftur málverja, tá dysturin skal vendast, so hatta var bara væl sæð av Kurt. Og er hetta tað, sum skal til, so taki eg fegin fleiri túrar út á beinkin, helt Jákup skemtandi fyri.
- Skal eg vera erligur, so høvdu vit ikki uppborið handan sigurin. Spælið hjá okkum var undir alt lágmark, so vit eru serstakliga fegnir um úrslitið. Tá eitt lið megnar at vinna slíkar dystir, so skuldu fortreytirnar verið góðar fyri at komið heilt langt, helt Jákup.