Jákup er klárur

Skaðasteðgurin tykist vera av hjá fremsta føroyska málverjanum

Kastrup, Keypmannahavn: Tað er ikki gerandiskostur, at tríggir málverjar eru við í landsliðshópinum, men soleiðis er støðan, nú føroyska fótbóltslandsliðið hevur riggað seg til at vitja á Cypros og í Írlandi.
Umframt teir báðar føstu, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen, hevur Henrik Larsen hesa ferð eisini sent boð eftir Bárði Johannesen úr HB.
Fremsta orsøkin til hetta hevur ivaleyst verið skaðin, sum Jákup Mikkelsen hevur drigist við seinastu tíðina, og í fyrstu atløgu hevði venjarin bara Jens Martin á listanum, fyri at geva tíð til Jákup at geva boð.
Sum nevnt var endin so, at tríggir málverjar vórðu boðsendir, men sum tað skiltist mikudagin, so ætlar Jákup sær ikki at lata sessin frá sær.
- Eg leikti við aðru deildar liðnum hjá KÍ bæði leygar- og mánadagin, og tá merkti eg so einki. At dystirnir vórðu í aðru deild var einamest, tí eg tá hevði møguleikan at spæla tveir dystir og tískil testa meg enn meira undan landsliðsferðini, sigur Jákup.
Soleiðis tykist longu nú sannlíkt, at Bárður Johannesen má taka til takkar við einum plássi í hópinum ? og ikki á beinkinum. Tað er tó einki at ivast í, at Bárður eisini ferð at hava pláss í hópinum framyvir, og hóast 30 ár er hampuligt fyri vanligar fótbóltsleikarar, so nýtist hetta ikki at vera nakar høgur aldur hjá einum málverja.