Jákup er 17 dagar frá DM heitinum

Superligan: Todi Jónsson skoraði, tá hann var á veg av vøllinum, tí hann var skaddur í fingrinum

Mikukvøldið gjørdist tað meiri sannlíkt, enn tað hevði verið frammanundan, at fyrsti føroyingurin nakrantíð skal vera við til at vinna ein fótbóltsmeistaraskap uttanfyri landoddarnar.

Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge vunnu trý stig mikukvøldið. Kappingarneytarnir úr Brøndby vunnu eisini trý stig. Teir vóru aftanfyri 1?0, men teimum eydnaðist í 2. hálvleiki at skora tvey mál móti OB. Munurin millum Herfølge og Brøndby er framvegis eitt stig. Herfølge hevur 50 stig, og Brøndby hevur 49 stig.

Síðstu vikurnar hevur verið roknað við, at meistaraliðið frá í fjør, AaB, fór at stinga seg upp í kappingina um DM, men nú er sannlíkið minni fyri hesum. AaB tapti mikukvøldið 2?0 á heimavølli móti AB. AaB hevur 45 stig.

Úrslitini mikukvøldið bera við sær, at tað tykist rættuliga sannlíkt, at Herfølge undir øllum umstøðum fer at fáa okkurt slag av heiðurskrónum. Síðani vetrarsteðgin hevur hetta verið málið hjá John Faxe Jensen og spælarunum, og nú tykist spurningurin vera, hvussu fínar krónurnar verða.

? Nú tykist tað greitt, at tað verður eitt felag, sum spælir í gulum og bláum búnum, sum fer at vinna meistaraskapin, helt Herfølge venjarin, sum áður hevur spælt í Brøndby, fyri eftir sigurin í Vejle. Við útsøgnini sipaði hann til, at bæði Herfølge og Brøndby spæla í gulum troyggjum og bláum buksum:

? Eg eri als ikki bangin fyri at siga, at eg nú rokni við, at vit fara at vinna okkurt slag av heiðurskrónum. Um vit døma út frá dystunum, sum vóru sunnudagin og teimum í kvøld, so haldi eg, at vit hava víst bestu avrikini, helt Herfølge venjarin mikukvøldið.


Brøndby torførari uppgávur

Tað hevur verið eyðkent fyri hetta kappingarárið í Danmark, at øll liðini í superliguni hava verið óstøðug. Soleiðis tykist tað framvegis vera, og tað vil við øðrum orðum siga, at tað kann roknast við øllum í teimum fýra umførunum, sum eru eftir at spæla. Men um dystirnir verða sammettir, sum ávikavíst Herfølge og Brøndby hava eftir at spæla, so kundi tað sæð út til, at tað er Brøndby, sum eigur torføraru uppgávurnar á.

Sunnudagin 28. mai verður 33. og síðsta umfarið spælt. Tann dagin fær Herfølge vitjan av FCK. Nú sunnudagin skal Herfølge spæla í Esbjerg, annan sunnudag fáa teir vitjan av OB, og í næstsíðsta umfarinum, sum verður 25. mai, verður avbjóðingin stór hjá Herfølge, sum skal spæla í Silkeborg.

Brøndby skal nú sunnudagin spæla í Silkeborg. 21. mai fær Brøndby vitjan av FCK, 25. mai skal Brøndby spæla á útivølli móti AB, og í 33. og síðsta umfarinum fær Brøndby vitjan av AaB.


Todi skoraði við skaddum fingri

Sunnudagin var Todi ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Mikukvøldið var FCK í Viborg, og tá hevði Todi fingið fremsta álopsplássið aftur.

Fyri fyrstu ferð síðani vetrarsteðgin kom Todi Jónsson á málskjúttaralistan. Málið var eitt sindur undarligt upp á fleiri mátar. Dysturin var bara eitt korter gamal, tá Todi fekk ein snudd í ein fingur. Teir lappaðu fingurin saman, men tað var týðuligt, at Todi, sum var við í uppspælinum til fleiri álop og sum legði góð hornaspørk og fríspørk innfyri, var so mikið darvaður, at hann ikki fekk spælt.

Tá hálvur tími var farin, var David Nielsen, sum hevur verið í øðini í einar tvær vikur, varð settur at hita upp. Ætlanin var, at hann skuldi koma inn fyri Toda Jónsson, tá tað restaðu fýra minuttir av fyrra umfarinum. Men so fekk FCK fríspark eitt sindur frammanfyri miðstrikuna í vinstru. Todi Jónsson streyk av stað í høgru, frísparkið varð sent til hansara, meðan mótstøðumenninir ætlaðu at fyrireika seg. Temjingin hjá Toda var góð, hann læt bóltin støkka eina ferð í brotsteiginum, áðrenn hann smekkaði flatt framvið málverjanum. Og eftir at hann var fagnaður av viðspælarunum fyri fyrsta málið í landskappingini í ár 2000, fór Todi av vøllinum.

Í 2. hálvleiki helt FCK yvirvágin fram. Eingin hevði havt nakað at viðmerkja, um teir høvdu vunnið við tveimum ella trimum málum. Men tað gjørdu teir ikki. Royndirnar móti málinum vóru ússaligar, og spælið líktist mest av øllum innandura fótbólti. Í staðin javnaði Viborg í síðsta minuttinum. Teir skoraðu uppá eitt púrasta óneyðugt brotsspark, sum Niclas Jensen var meistari fyri.

Hevði eydnan havt verið við, so hevði FCK havt vunnið trý stig sunnudagin í Parkini móti AaB og aftur trý stig mikukvøldið. Tann úrtøkan hevði havt við sær, at teir høvdu havt verið við í kappingini um bronsukrónurnar og harvið pláss í Europa Cup. Nú verður tað neyvan meiri enn eitt pláss í miðjuni.


Summarfótbóltur

Mikukvøldið var tað summarveður í Nørreskóginum, sum er karmur um fótbóltsstadionið í Vejle. Og kanska var hitin orsøkin til, at ferðin í spælinum ikki var serliga høg, og at royndirnar móti málinum vóru fáar. Fyrsta royndin móti málinum hjá Jákupi Mikkelsen var, tá átjan minuttir vóru farnir, og eyðkennið fyri flestu royndirnar var, at tær vóru rættuliga forkølaðar.

Vejle hevði bóltin meiri enn Herfølge, og teir vóru onkrar ferðirnar einsamallir við Jákupi Mikkelsen, sum røkti sína uppgávu til lítar.

Vejle er illa spert í botninum. Hjá teimum ráddi um at leypa á og vinna, og so gekk beint øvugt. Herfølge, sum hevði trygga verju og lúrdi eftir møguleikum upp á snarálop, fekk tvey mál í 2. hálvleiki. Hitt fyrra stútaðu teir, tá 67 minuttir vóru farnir, og hitt seinna skoraðu teir fýra minuttir seinni.


Valsurin hjálpti

Óli Johannesen er á Tvøroyri, men sjálvandi fylgir hann væl við, hvussu tað gongst hjá AGF, sum hann framvegis hevur sáttmála við og ætlar sær at spæla við eftir summarsteðgin.

Nú bendir nógv á, at AGF eisini í nýggja kappingarárinum fer at vera í superliguni. Síðani Lars Lundquist og Kent Nielsen tóku venjaraábyrgdina á seg hevði AGF undan mikukvøldinum vunnið tríggjar heimadystir, meðan teir høvdu tapt fýra útidystir. Sunnudagin taptu teir stórt í Odense, og undan heimadystinum mikukvøldið móti Silkeborg fjaldu venjararnir ikki, at teir vóru so misnøgdir við fleiri spælarar sunnudagin, at teir høvdu boðað teimum frá, at um hugburðurin ikki var ein heilt annar mikukvøldið, so fór tað at fáa avleiðingar.

Valsurin tóktist at hava hjálpt. AGF legði nógva orku í, og teir vunnu 2?1. Stig Tøfting, sum er komin úr Týskalandi, hevur stóran týding á miðvøllinum, og hesa ferð skoraði hann eitt gott mál upp á langskot.

AGF er fimm stig frammanfyri Vejle, sum er næstniðasta plássinum. Men AGF hevur spælt ein dyst meiri enn Vejle. Munurin í dystartalinum verður útjavnaður komandi sunnudag. Tá spæla øll liðini í superliguni uttan FCK og AGF, sum spældu innanhýsis uppgerðina mikukvøldið í síðstu viku.