Tað hevur verið ein sera kærkomin stytkur fyri B68, at teir hava fingið spælararnar aftur á Toftir, sum í fjør royndu seg í B36 og HB. Øssur Hansen, Arnbjørn Danielsen Jákup Eli Olsen og Súni Fríði Johannesen hava roynst væl saman við Jan C. Dam, sum roynir seg á Svangaskarði fyri fyrstu ferð.
Men nú er greitt, at Jákup Eli Olsen verður ikki við aftur hesu megin summarsteðgin. Tá tað restaði eitt gott korter leygardagin noyddist hann at taka seg av vøllinum. Inn í staðin kom Mannbjørn Nesá. Jákup Eli sá ikki út til at hava tað nakað serligt. Tá hann kom aftur til Havnar, har hann er um at vera liðugur við próvtøkuna á læraraskúlanum, varð tað staðfest á skaðastovuni, at onnur hælsinan er slitin.
Tað plagar at verða sagt, at tann, sum hevur slitið hælsinuna, skal fullkomuliga binda frið í seks vikur. Tað vil við øðrum orðum siga, at Jákup Eli fer ikki at gera nakað sum helst við fótbóltin fyrrenn tað fer at nærkast ólavsøkuni. Spurningurin er so, um hann verður tøkur aftur, tá tað sunnudagin 6. august verður farið undir aftur landskappingina..
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.