SKOTLAND
Tað er ikki serliga takksamt at vera málverji. Um maðurin á málstrikuni ger eitt mistak, so verður tað fokuserað upp á tað, og so tykist oftast tað at vera gloymt, sjálvt um málverjin hevur havt eina røð av góðum bjargingum.
Nakað soleiðis var tað hjá Jákupi Mikkelsen í Aberdeen leygardagin. Fyri fyrstu ferð síðani í oktober 1998, tá ið hann vardi føroyska málið í 2?1 tapinum á Pittodrie leikvøllinum, var hann aftur á sama vølli. Úrslitið var tað sama, sum tað var ta ferðina. Aberdeen vann 2?1. Hetta var fyrsti sigurin hjá teimum í hesum kappingarárinum. Tað hevði esini við sær, at Partick Thistle framvegis eigur fyrsta sigurin til góða.
10.597 áskoðarar vóru vitni til eina uppgerð, har viljin og ferðin vóru sjónligari enn gott fótbóltsspæl.
Heimaliðið legði seg á odda í 5. minutti, og tað var í hesum førinum, at skotsku fjølmiðlarnir settu kikaran á Jákup Mikkelsen. Miðlarnir vilja vera við, at Thistle málverjin ivaðist ov nógv inni á strikuni, og at hann átti at havt lopið úr málinum, tá ið fríspark uttanvert brotsteigin kom innfyri. Tí var tað lætt hjá Scott Booth at stúta bóltin í málið verður sagt.
Í onkrum av bløðunum verður Jákup so nógv niðurgjørdur, at teir siga seg ikki ivast í, at fyrrverandi málverjin, Kenny Arthur, sum var skaddur, tá ið Jákup kom til felagið, nú fer at fáa møguleikan aftur, tí Jákup skal hava verið so ótryggur.
Í øðrum bløðum verður Jákup róstur fyri nógv góð avrik. Eitt nú verður víst á, at hann dygst undan steðginum og eisini dygst eftir steðgin og fram ímóti dystarenda ferð eftir ferð vann tvídystir, tá ið mótstøðumenn vóru einsamallir.
Partick Thistle javnaði í 52. minutti. Jarnie Mitchell var málskjútti, men eitt korter undan leikloki fekk Aberdeen sigursmálið. Liðformaðurin Russel Andersson stútaði bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg. Hann var høvdið omanfyri allar verjuspælararnar, tá ið hann setti bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.
Partick Thistle venjarin, Gerry Collins, helt eftir dystarenda, at tað kom sera illa við hjá hansara monnum, at liðformaðurin, Derek Whyte, longu í 13. minutti noyddist at taka seg burturúr stríðnum, tí hann hevði fingið ein vøddaskaða. Tað órógvaði miðverjuna rættuliga nógv, og liðið restaði leiðslu inni á vøllinum, helt venjarin. Í staðin fyri skadda mannin kom franski Jean Yves Anis á vøllin. Hann varð keyptur til felagið um somu tíð, sum Jákup kom til Partick Thistle.










