Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík manglar ein námsfrøðing. Í tí sambandinum verður søkt eftir einum námsfrøðingi.
Søkt verður tó ikki á "vanligan" hátt. Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt hevur nevnliga gjørt ein stuttligan stuttfilm, ið hevur Jákup á Borg í høvuðsleiklutinum sum ein yvirstrangur fótbóltsvenjari hjá brúkarunum hjá frítíðarskúlanum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Jákup á Borg í einum filmsleikluti, ið kann sigast at verða ein rættiliga sjálvsarkastiskur leiklutur.
Jákup á Borg fegnast um alt tað góða hansara børn hava upplivað í Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, og tí stillaði hann gjarna upp sum filmsleikari. Dóttir hansara sum er ein av brúkarunum hjá Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt hevur skrivað størra partin av filmsleikritinum.