Jákup á Borg: Spentur - men klárur

Upptakt: Bagge og Jákup á Borg siga sín hugsan um dystin

Tað eru tveir ymiskir spæliháttir, sum møtast í Sarpugerði, tá Víkingur tekur móti B36 í dag. Heimaliðið hevur útmerkað seg við góðum kontraspælið, meðan B36 leggur nógv fyri í álopsspælinum. Fyri Víking ljóðar uppgávan upp á, at ikki leypa framav.

 

- Fyrsti dysturin er altíð týdningarmikil, og tað snýr seg um at koma væl frá byrjan. B36 er eitt gott lið á bóltinum, og tú mást ikki leypa framav. Teir hava góðar spælarar á øllum plássum. Eitt gott lið, sum eg vænti mær nógv av, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi.

 

Víkingur er uttan Erling Jacobsen og Jákup Vatnhamar Olsen, sum báðir sita uttanfyri. Enn er møguleiki fyri, at Andreas Lava Olsen verður tøkur til dystin.

 

Fyrsta royndi hjá Jákupi á Borg

Í B36 er nýggjur venjari við róðrið. Jákup á Borg hevur boðað frá, at liðið hjá honum skal tora at spæla fótbólt og undirhalda. Hann leggur tó dent á, at liðið ikki skal spæla beint í uppleggið hjá Víkingi.

 

- Vit hava tað altíð trupult við Víkingi. Serliga nú teir hava heimavøll. Sjálvt um vit hava dominera dystir móti teimum – eitt nú í fjør - so vinna teir. Tað hava vit í huganum, men vit halda fram við okkara stíli, tó uttan at verða bláoygdir, sigur Jákup á Borg.

 

Um spælistílin sigur venjarin hjá Víkingi, at orsøkin til verjukenda útgangsstøðið er, at tað passar best til manningina, sum hann hevur nú.

 

- Tað er nakað vit koma at arbeiða við í leypi av kappingarárinum og byggja uppá, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Spentur - men klárur

Í B36 verður spælt fyri at vinna dystin, hóast umstøðurnar eru torførar.

 

- Sjálvandi kunnu vit liva við einum javnleiki í hesum førinum, men vit spæla fyri at vinna, sigur Jákup á Borg, sum skal standa á odda fyri B36 fyri fyrstu ferð sum venjari.

 

- Eg eri spentur, men klárur. Eg havi tað sum eg hevði tað fyrstu árini sum spælari, tá eg bleiv spentur fleiri dagar undan dystarbyrjan, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Dómari í dystinum verður Alex Troleis. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum í Sarpugerði, sum byrjar klokkan 15.