Tað var ein glaður Jákup á Borg, sum Rás2 tosaði við í gjárkvøldið.
Jákup sigur, at Elfsborg hevði ikki nakran upplagdan málmøguleika.
At HB var nærri sigrinum enn Elfsborg, grundar Jákup á Borg á, at teir í HB høvdu 2-3 málmøguleikar, sum kundu givið mál.
Tað var hugaligt at spæla hendan dystin, har HB vísti seg frá sínari bestu síðu. Hugburðurin var góður, og spælararnir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum.
Samrøðan við Jákup á Borg verður send í sendingini ?3. hálvleikur?, sum byrjar á Rás2 kl. 17 í dag.