Jákup á Borg úr HB gav í seinastu løtu avboð til Íslands-ferðina hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Jákup gjørdist í vikuni pápi, og tí er talan at kalla um burðarfarloyvi, sum hann nú hevur tikið sær.
Í hansara stað hevur Jógvan Martin Olsen úttikið Klæmint Matras úr B36. Klæmint er 26 ára gamal, og hevur eina ferð áður spælt á A-landsliðnum. Hetta var, tá Føroyar í februar mánaði í 2002 vunnu 1-0 á Luksemburg í venjingardysti.