Jákup Augustinussen

IN MEMORIAM

                                                     
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
                                            Boð av deyða merkir sváran miss og sakn
hjá avvarðandi og vinum.
                                            Í sínum virknu manndómsárum krøkti
hervilig sjúka seg í Jákup Augustinussen; 
í aldri bert farin fýra ár um tey hálvthundrað.
                                           Hann, sum tungur í huganum skrivar hesi orð,
hevði ta gleði at starvast saman við Jákupi í
út við fjórðingsøld.
                                                     
Tjúgu ára gamal fekk hann lærupláss í
landskassans roknskaparhaldi á Føroya gjaldstovu.
                                           Hesin dámligi ungi vágbingurin vísti seg at vera
gløggur, arbeiðssamur og álítandi.
Tær stóru arbeiðsbyrðarnar - kanska serliga í 80-árunum –
sum vórðu lagdar á øll (tey ungu) á Føroya gjaldstovu,
vóru mangan tungar at knógva, men Jákup bar seg
ongantíð undan, hóast orsøk kanska kundi verið
til tess. Vælgjørt, dygdargott arbeiði frá Jákupsa
hondum í meira enn ein mansaldur, hevur
sett spor eftir sær.
 
Fyrst í 90-árunum fekk Jákup lokna hægri útbúgving
í roknskapi, alt meðan hann gjørdi sítt arbeiði frá
morgun til kvøld, og í 1992 gjørdist hann
roknskaparstjóri í landskassans meginumsiting.
 
Á gjaldstovuni verður saknur og stórur missur,
nú Jákup er farin, men størstur er missurin hjá
Olevinu og Rakul og Randi, tí svárt er at missa
mann og pápa.
Kanska er tað ein lítil uggi í sorgini, at góð minni
følna ikki, og sum frá líðir, kunnu tey kveikja ljós
í myrkrinum.
 
                                                               Heri Mohr