Jákup aftur á toppinum

Superligan: Herfølge vann tryggan sigur sunnudagin, og so gav FCK eisini Herfølge eina hjálpandi hond í oddastríðnum

Herfølge gjørdi bart, tá teir sunnudagin spældu ímóti Lyngby í superliguni.

Dysturin, sum var spældur á heimavøllinum hjá Herfølge, endaði við tryggum heimasigri.

Herfølge kom beinanvegin á odda 1-0, og teir vunnu dystin 4-1. Jákup Mikkelsen stóð sum vant í málinum hjá Herfølge.

Samstundis sum Herfølge aftur vann, varð Brøndby eyðmýkt í Esbjerg, har teir spældu móti klárt aftasta liðnum í deildini. Men hóast Esbjerg líkist einum sólarklárum niðurflytarar, vunnu teir dystin móti oddaliðnum 2-0. Danska pressan tosaði í gjár um eina sensatión, tá talan var um hendan dystin.

Hesi úrslit gera, at Herfølge nú aftur hevur tikið seg eitt stig fram um Brøndby, og Herfølge er nú nummar 1 í superliguni. Úrslitið móti móti Lyngby er tað besta hjá Jákup og teimum eftir vetrarsteðgin. Liðið hevur havt trupulleikar við at gera mál, men sunnudagin gekk avbera væl við hesum.

Sagt verður, at Herfølge spældi sera væl, og at sigurin var fult uppiborin.


Todi og teir hjálptu

FC Keypmannahavn gav Herfølge eina hjálpandi hond, tá felagið hjá Toda Jónsson spældi javnleik, 0-0, móti AaB í Ítróttarparkini.

AaB kundi tikið fyrsta plássið í superliguni, um teir vunnu dystin, men nú eru teir nummar 3 í kappingini.

Todi Jónsson varð settur á beinkin til dystin, tí FCK-venjarin vildi royna amerikumannin, Will Orbin, frá byrjan í dystinum. Todi kom á vøllin fimm minuttir eftir hálvleikssteðgin. Hann kláraði tó ikki at gera nakað við málturkin í Parkini í dag, hóast hann var nær við í tí einu støðuni.

Dysturin millum FCK og AaB var linligur, hóast umstøðurnar til ein góðan dyst vóru til staðar. Veðrið var gott, vøllurin góður og hýrurin á áskoðaraplássunum sera góður.

AaB, sum hevur strítt seg framaftur í oddan, eftir at teir hava ligið nakað aftanfyri Herfølge og hini liðini, tók ikki oddasessin í hesu syftini.


Hinir dystirnir

AGF, sum Óli Johannesen hevur sáttmála við, tapti stórt, tá teir vóru í Odense og spældu móti OB.

Søren Andersen, sum er úr Århus, men nú er álopsmaður hjá OB, segði áðrenn dystin, at vónaði ikki, at AGF fór at flyta niður. Men hann gjørdi sanniliga sítt til, at felagið úr Århus helt um botnstøðuna. Søren Andersen skoraði trý tey fyrstu málini hjá OB í 4-0 sigrinum.

Á heimavølli fekk AB, sum herfyri gav venjaranum, Ole Mørch, sekkin, javnleik móti Vejle. Dysturin endaði 1-1.

Og Silkeborg hongur í oddafeløgunum. Sunnudagin vunun teir ein tepran 1-0 sigur á Viborg.

Spælt verður aftur í superliguni longu mikukvøldið. Tá skal Herfølge spæla í Vejle, meðan FCK spælir í Viborg. Spælt verður eisini næsta sunnudag.