Jákup aftur til FC Midtjylland

Skaðar forðaðu unga føroyinginum í at fáa gjøgnumbrot í næstbestu donsku deildini.

Tað gjørdist ongantíð til nakað stórt hjá 19 ára gamla føroyska áleyparanum, Jákup Thomsen, sum í vár hevur verið útleigaður frá FC Midtjylland til Skive í næstbestu donsku deildini.


Jákup, sum er fastur partur av føroyska U21-landsliðnum, hevur verið illa darvaður av skaðum, og av tí sama náddi hann einans at spæla fýra dystir fyri Skive áðrenn summarsteðgin.


Skive boðar í dag frá, at leigusáttmálin ikki verður longdur, og at Jákup Thomsen tískil skiftir aftur til FC Midtjylland, har hann í februar longdi um sáttmálan heilt fram til 2022.