Jákup aftur á miðvøllinum

Hann spælir har, sum venjarin vil hava hann, men kortini fegnast Jákup á Borg um, at hann nú aftur er at síggja á miðvøllinum heldur enn í verjuni

Eitt av stóru kjakevnunum, tá føroyskur landsliðsfótbóltur hevur verið á mannamunni, er, hvørt Jákup á Borg skal nýtast sum bakkur ella vongspælari á landsliðnum. Fólkakravið hevur rættiliga greitt verið, at havnarmaðurin skuldi fram aftur á miðvøllin, og leygardagin varð kravið eisini eftirlíkað.
- Sjálvandi var tað gott at spæla á miðvøllinum aftur. Sjálvt um eg altíð geri mítt besta, har sum venjarin biður meg spæla, so er miðvøllurin jú eitt pláss, sum eg kenni munandi betri, og har eg tí havi lættari við at spæla upp til mítt besta.
 
Kunnu frustrerast
Mikukvøldið verður Jákup uttan iva aftur á vanda plássinum, og hann heldur, at sannlíkindini fyri einum góðum føroyskum úrsliti eru góð.
- Megna vit at halda støðinum, sum vit løgdu leygardagin, so gongur tað neyvan heilt galið. Men tú skalt tó minnast til, at hetta er eitt av heimsins bestu liðum, og tað at teir júst hava tapt fyri Skotlandi ger neyvan okkara uppgávu lættari.
- Men júst tað tapið kann væl eisini bera við sær, at teir verða lættari at frustrera. Tað er einki at ivast í, at trýstið verður øgiligt fyrstu longu løtuna. Og megna vit at koma livandi gjøgnum tann partin, so kann dysturin gerast heilt góður fyri okkara viðkomandi. Móti Litava megnaðu vit væl at taka ferðina úr dystinum, og tað verður so eisini aðalmálið hesaferð. Tað sær kanska ikki so pent út, tá menn liggja fyri eitt gott orð, men ganga minuttirnir, so telja teir jú til okkara fyrimun. Tað kann vónandi frustrera teir nakað, og tað vil so altíð telja til okkar fyrimun.
Eisini um teir gera sum litavarnir, og gloyma alt um fair-play?
- Tað, sum hendi har, var bara for langt úti. Sjálvandi er tað eisini eitt tekin um, hvussu kroystir teir vóru, men hatta var eisini undir allan kritikk. Tað góvu okkara áskoðarar eisini til kennar. Og tað merkti eisini lagið eftir dystin. Sjálvur segði eg í øllum førum, tá ein av teirra spælarum vildi býta um troyggju eftir dystin, at tað hevði eg snøgt sagt ongan hug til, sigur Jákup.