EB/Streymur hevur í kvøld gjørt sáttmála við ein nýggjan málverja. Talan er um 23 ára gamla Jákup Højgaard, sum kemur til Streymnesar eftir eitt kappingarár í AB. Sáttmálin er galdandi í eitt ár.
Jákup Højgaard er uppvaksin í B36, men fyrra partin av kappingarárinum 2015 fór hann at royna seg í júst EB/Streymi. Hann skifti síðani til Skála, og í fjør var hann í AB.
EB/Streymur hevur mist Trygva Askham, sum er farin aftur til B36, og eisini ein annan málverja, Símun Johan Wolles, ið er farin til Onglands í lestrarørindum.
Kappingin um málmansplássið í EB/Streymi 2018 stendur sostatt ímillum Róa Zachariasen og Jákup Højgaard.