J. Herluf Sørensen, Framleiðslustjóri, SvF: Armóðssjónvarp ella tjóðarsjónvarp

Sjónvarp Føroya má antin fáa tíggjutals milliónir afturat ella skerja senditímatalið við meiri enn helvtini, um ikki alt trúvirði til stovnin skal fara fyri borð

J. Herluf Sørensen
Framleiðslustjóri, SvF

Teknikkurin í SvF
Tað, sum provokerar meg til at skriva hesa grein, er, at fíggjarnevndin strikaði talgildissjáttanina til SvF á fíggjarlógini. Eg haldi at tað er gott gjørt, at núverandi fíggjarnevnd, mannað við politikarum frá m.a. fráfarnu samgongu, og sum eftir sama leisti hava latið hesa játtan í tvey ár, við einum pennastroki strikar hesa játtan, vælvitandi at teir buka SvF tøkniliga aftur í steinøldina. Hetta er ein djúpt, djúpt óprofessionellur arbeiðsháttur. Um tað eru prinsippir í hasi játtanini, sum treingja til viðgerð, so er tað ein viðgerð av prinsippum, sum skal til og ikki ein strikan av játtanini. Hetta er sum at stinga høvdið í sandin og trúgva at trupulleikin og tørvurin hvørva út í bláan heim. Tekniska útgerðin hjá SvF, sum í flestu førum er semiprofessionel útgerð, ber á øllum økjum brá av at vera spinkað og spard saman. Tað er sum so onki í vegin við tí, men tá nú talgildissjáttanin er strikað, fer eisini spinki - og sparihátturin aftur við borðinum, so nú er als onki at gera gott við, tað ber snøgt sagt ikki til!!
Kanska er tað so, at fíggjarnevndin og løgtingið halda, at Sjónvarp Føroya er so mikið glæsiligt og hevur sovorðnan yvirkapasitet, at her er óneyðugt at betra um nakað. Og støðan er í veruleikanum tann heilt øvugta! Vit eru IKKI á tí professionella støðinum, sum eitt tjóðarsjónvarp eigur at vera.

Føroyar eru partur av einum sera framkomnum parti av heiminum, og vit hava tvey í at velja - at fylgja við teimum rákum, sum eru rundan um okkum - ella framhaldandi at líkjast glaðum amatørum sum nú. Vit kunnu als ikki liva við at týdningarmiklasti fjølmiðilin, har føroyingar fáa ein stóran part av sínum sjálvsfatan, ikki kann fylgja við hvørki í dygd, tøkni ella vavi.

Í dag er fíggjarætlanin hjá SvF 30 - 32 milliónir krónur. Meir enn tað dupulta hevði verið hóskandi - 70 milliónir er eitt hóskandi tal.
Tá er bert talan um tann partin, sum SvF sjálvt framleiðir í dag. Góðskan í dag er als ikki nóg góð. Um vit skulu lyfta góðskuna upp á eitt sámiligt støði, kostar tað umleið hasar 70 milliónirnar.
Royndir mínar við sjónvarpsarbeiði uttanlands hava givið mær eitt gott innlít í, hvussu krevjandi tað er at gera sjónvarp á einum støði, sum hjá eitt nú DR. Eisini gerst hetta sannførandi, um ein samanber produktivitetin hjá SvF og DR. SvF hevur ein produktivitet uppá 7,8 senditímar pr. medarbeiðara um árið, meðan eitt nú DR ger 1,02 senditíma pr. medarbeiðara um árið. Eg meti ikki, (at talan er um) at SvF ger sjey ferðir skjótari sjónvarp enn danir. Nei - helst er talan um, at soðið man vera tilsvarandi tynri í okkara sendingum.

Vit, sum starvast í SvF, verða dagliga løgd undir ymiskt neiligt. Í nógvum førum er talan um ymiskan smag, men viðhvørt eru fólk, sum meta seg vera skeivt viðgjørd av sjónvarpinum, og onnur sum meta, at vit ov sjáldan koma út um Havnina o.s.v. Hesin kritikkurin er eftir míni metan als ikki bert grenj og fákunna, men í nógvum førum úrslit av, at SvF í stóran mun ikki hevur orku at viðgera tingini á einum hægri støði. Orsøkin er okkara val at nýta sparsomu orkuna. Trupulleikin er bara hann, at vit als ikki kunnu framleiða meir, men tvørturímóti noyðast at skerja senditímatalið, fyri at kunna verða nøktandi á onkrum øki. Tí hesin pástandur um at fleirfalda orkuna til SvF ella at skerja talið av krevjandi føroyskum sendingum. Tað seinna er heldur torført at føra út í lívið, tá tímatalið, sum skal skerjast, longu nú er lágt.

Innihaldið í SvF
SvF hevur seinnu árini havt millum 19 og 26 milliónir krónur at gera føroyskt tilfar fyri. Fyri hesa upphædd hava skiftandi stjórar roynt at strekt orkuna til eitt minimum av føroyskum sendingum. Árni Gregersen var í útvarpinum herfyri, og segði at TV2-Bornholm hevur uml. 70 milliónir at gera ein hálvan tíma um dagin av lokalum tilfari, og legg til merkis, her er bert talan um ein hálvan tíma av lokalum tíðindum um dagin. SvF hevur minni enn helvtina av hesi upphædd at røkja uppgávuna hjá eini almennari landsdekkandi sjónvarpsrás. Hóast Føroyar eru eitt lítið land, so vita øll og vænta eisini, at SvF tekur leiklutin á seg sum ein almenn landsdekkandi sjónvarpsrás. Tað merkir, at SvF hevur nógvar ymiskar skyldur. Í stórum lutum regluliga at gera og útvarpa tíðindi og aktuellar sendingar, barna- og ungdómssendingar, mentanar- og dokumentarsendingar, andaligar sendingar, ítróttarsendingar og at varpa út frá serligum stórum hendingum.

Vit hava skyldu at gera føroyskt sjónvarp - men sjálv byrjanin til at senda sjónvarp í landinum var at endursenda danskar sendingar. Og framvegis er nógv størsti parturin av okkara skrá donsk, ímeðan fylgisveinar og televarp yvirhála og gera tað møguligt hjá fólki at síggja hesar somu donsku sendingar beinleiðis frá DR. Og tað er eisini soleiðis, tað eigur at vera. Um fólk vilja hava danskar sendingar, so fáa tey sær tær. Fyri sjónvarpsgjaldið eigur hyggjarin at fáa føroyskar sendingar.

Tað átti at verið soleiðis, at um hesar og aðrar sendingar skuldu verið ein partur av føroyskum sjónvarpi, skuldu tær verið týddar og tekstaðar til føroyskt. Enn betur um summar sendingar vórðu vinklaðar til føroysk viðurskifti, við føroyskum sjónvarpsverti o.s. fr. Sum tað er í dag, er allur hesin parturin danskur - danskir tekstir, danskt valdar sendingar og danskir vinklar settir á ymisku sendingarnar. Hetta má og skal broytast, um talan skal vera um føroyskt sjónvarp. Tí meti eg, at tað í 2004 er alneyðugt at fáa dagført alla uppfatanina av, hvat eitt professionelt Sjónvarp Føroya skal vera, og at viðurkenna kostnaðin.

Tíðindini og aktuellar sendingar
Almenna føroyska sjónvarpsrásin eigur hvønn dag at bera tíðindi um øll samfelagsmál, sum eru av áhuga og týdningi fyri føroyingar, so sum innanlands- og útlendsk tíðindi. Sjálvandi á einum sakligum, óheftum og væl gjøgnumarbeiddum støði.

Umframt reglulig tíðindi er eisini tørvur á regluligum sendingum og kjakum, sum viðgera aktuell mál, sum stinga seg upp frá degi til dags.

Øll sum hava verið viðgjørd á ein ella annan hátt í SvF - ella av øðrum miðlum - vita hvussu týdningarmikið tað er, at vera viðgjørd/ur á ein virðiligan hátt, ikki bert tá tað ber til, men hvørja ferð. Tað eru eisini fleiri mál og fyribrigdi, sum fara aftur við borðinum, tí at vit als ikki hava orku at viðgera evnini á nøktandi hátt. Tað kemur tíverri eisini fyri, at onkur kennir, hvussu ræðuligt tað er, at vera endurgivin skeivt ella, at tað ein segði bleiv misskilt. Ein skuldi tí trúð at avvarðandi myndugleikar og fólk sum heild, vistu hvussu umráðandi tað er við góðari viðgerð av øllum, sum vit varpa ljós á.

SvF roynir í dag eftir førimuni at liva upp til hesi mál, men tað má standa einum og hvørjum skilafólki greitt, at tað als ikki letur seg gera at kasta ljós á øll tey málini og evnini, sum vit áttu - við einum 25 oyra og einum spaka. Flestu føroyingar hava helst lagt til merkis, hvussu stór útskiftingin av starvsfólkum á eitt nú tíðindadeildini hjá SvF er. Høvuðsorsøkin er helst tann, at fólk verða útbrend og strongd av, at tey í alt ov lítlan mun kunnu loysa uppgávuna á einum virðiligum og nøkulunda støði. Í so máta má eg geva teimum kritisku røddunum, sum hava verið frammi í seinastuni, rætt. Tey, sum skulu yvirliva í hesum tíðindameldrinum, noyðast at lata aftur fyri tí mesta av trýstinum og fordjúpa seg í støkum málum og evnum og aðrar tíðir taka sær av lættari tilfari, sum ikki krevur djúptborandi og fleirsíðuða viðgerð.
Aktuellar sendingar hava vit als ikki orku til í løtuni.

Um SvF ikki fer undir at gera aktuellar sendingar, men bert fer undir at gera 20. min við tíðindum 7 dagar um vikuna, skuldu vit sett minst (5) journalistar umframt minst (4) tøkningar afturat at gjørt tíðindi. Her hevði framvegis bert verið talan um at gjørt innlendis tilfar á núverandi støði og framvegis bert umsett NRK, DR ella Reuters fyri at fáa útlendskt tilfar.

Um vit skuldu hækkað tíðindastøðið upp ímóti tí, tað er í londunum rundan um okkum, skuldu vit havt tvær ferðir so nógv tíðindafólk til arbeiðis, umframt tað, sum krevst av tøkningum, tøkniútgerð og umsiting - altso helst eini 35 - 45 fólk og eina tíggjutals milliónaupphædd til útgerð - og hetta bert at tikið sær av tíðindum og aktuellum sendingum. Orsøkin til, at talið av starvsfólkum ikki er nógv hægri, er, at vit liva í einum sera lítlum landi, sum ikki krevur so nógva orku, at nøkta tørvin á innlendistilfari. "Bert" eini 35 fólk, journalistar, redaktørar, fotografar og klipparar. Afturímóti teimum umleið 16, sum í dag arbeiða við hesum.
Um hetta vóru umstøðurnar, høvdu vit kunnað viðgjørt dagsins hendingar og fyribrigdi í Føroyum og uttanlands á ein nøkulunda nøktandi hátt. Vit høvdu havt tíðindafólk, sum høvdu meiri tíð enn ein fyrrapart at seta seg inn í tey nógvu truplu málini, sum hvønn dag stinga seg upp. Og ikki minni umráðandi hevði tað verið at røkt okkara skyldu - sum einasta føroyska sjónvarpsrás - at upplýsa fólk um gongdina úti í heimi, og seta føroysk eygu á heimspolitiskar spurningar.

Barna- og ungdómssendingar
Í løtuni ger SvF eina regluliga barnasending um vikuna umframt ein jólakalendara. Harumframt verða útlendskar teknirøðir føroyskaðar, og tosað verður inn á føroyskum. Hóast tað ikki er álagt SvF at gera serligar sendingar til børn og ung, hevur verið mett, at tað er av alstórum týdningi, at børn hava møguleika at síggja okkurt á føroyskum. Men tosið er ongantíð búnað til at taka eina programmpolitiska støðu til HVAT eitt føroyskt útboð av barnatilfari skal snúgva seg um. Føroyskar ungdómssendingar er nakað, stovnurin við jøvnum millumbilum tosar um, men trupulleikin við teimum ungu er, at tey eru sera tilvitað um góðskuna frá ungdómsrásunum rundan um okkum, og eru vit hvørja ferð komin til ta niðurstøðu, at tað gerst so kostnaðarmikið, at vit ikki hætta okkum undir at fara víðari við fleiri av góðu hugskotunum, sum hava verið frammi. Eftir eru so nakrar gamlar tekstaðar útlendskar ungdómsrøðir, sum verða endursendar aftur og aftur.
Og harafturat - er tað ráðiligt at minka tilfarið til tey smæstu, so pláss er fyri ungdóminum?

Um nakað munagott skal gerast við hesi økini, skulu helst eini 4-5 programmfólk umframt 4-5 tøkningar afturat setast at arbeiða við hesum burturav. Harafturat kemur kostnaðurin av teknisku útgerðini, sum skal fáast til vega.



Mentanar- og dokumentarsendingar
Sum nú er, hevur SvF regluliga eina sending um m.a. føroyska siðvenju ella um Føroyar á ein ella annan hátt sunnukvøld. Vit hava eisini havt regluligar sendingar um matgerð og urtagarðar. Í dag starvast eini 7 fólk við hesum økinum. Um nakað munagott skal gerast við góðskuna á hesum økinum, er eisini neyðugt at minst tvífalda hesa manningina. Aftur her er neyðugt at økja um teknisku útgerðina.

SvF hevur eisini regluliga sendingar frá guðstænastum og møtum frá ymisku samkomunum runt um landið, og er tað bert gjørligt, tí sjálvboðin arbeiðsorka ger meginpartin av arbeiðnum. Um vit skulu professionalisera hetta økið og viðgera eisini hesi evni á ein sakligan hátt, má hendan orkan eisini tvífaldast.

Varpa út frá serligum stórhendingum
Sjónvarpið hevur fingið serstakliga stóran týdning, tá serligar hendingar eru. Tað veri seg valsendingar, landssdystir, ítróttarfinalur o.s. fr. Sum støðan er, merkja allar slíkar sendingar, at færri pengar eru til tær føstu sendingarnar. Tekniskt er tað so, at vit í flestu førum nýta okkara OB-bil til at framleiða sendingar uttanfyri húsið. Hann er nú so slitin, at tað stórt sæð hvørja ferð gongur okkurt fyri. Føroysku sjónvarpshyggjararinr skulu helst vera glaðir, at tað ikki er Atlantsflog, sum hevur hesar fíggjarligu umstøðurnar at arbeiða undir, so høvdu flogførini verið sett fyri vell í hangarin beinanvegin. Ella høvdu vit kanska flogið við gomlu Fokker Friendship flogførunum enn? Var talan um strandfaraskip- ella bussar, høvdu tey/teir hvørki komið ígjøgnum klassa ella sýn, har hevði alt verið sett/lagt uppá standandi fót. Nei, her er neyðugt við eini heilt nýggjari ætlan, einum nýggjum bili við heilt nýggjari útgerð, aftur her er talan um tíggjutals milliónaupphædd.

Tá tað kemur til útlendskar sendingar, filmir og røðir, má tað einaferð blíva so, at vit sjálvi fara út í heimin at keypa inn tilfar. Tað skal týðast, tekstast og/ella lesast inn á føroyskum. Hvat hetta kostar, dugi eg ikki at meta neyvt um, men her er helst eisini talan um tvísiffraðar milliónaupphæddir.

Tøknin sveik - ella varð svikin
Innan sjónvarpsheimin eru nakrar altjóða reglur fyri, hvussu signalir skulu vera, men ongar reglur fyri hvørjum standi útgerðin skal vera í. Her eru bert metingarnar hjá brúkaranum at halda seg til. Ergo - her má sjálvdisiplin til. Játtanin, sum var á fíggjarlógini áðrenn hon fór í figgjarnevndina er altso í besta spari og spinki modellinum bert eitt absolutt minimum til nýíløgur. Um vit í SvF í eitt ár skulu nýta ein stóran part av okkara tíð at flyta maskinur runt, fyri at hava okkurt sum virkar at arbeiða við, so verða enn færri sendingar á skíggjanum.
Upphæddin, sum fíggjarnevndin strikaði, svarar til umleið 8 ársverk. Heldur fíggjarnevndin, at vit skulu siga átta fólkum upp, ella liva við, at fótbóltsdystir og kommunuval enda við svørtum skíggja?

Upphæddirnar eru stórar ja, men?
Skulu vit vera bananrepublikk, ella skulu vit vera við í tí vesturlendska veruleikanum, sum vit annars sammeta okkum við í øllum øðrum viðurskiftum?? Kostnaðurin fyri eitt føroyskt alment professionelt heilkvøldssjónvarp liggur helst ímillum eini 180 - 220 millónir krónur.

Tað kemur kanska óvart á løgtingið, sum í nógv ár hevur latið útvarp og sjónvarp kostað tað sama, at sjónvarp er nógv dýrari at gera enn útvarp. Hjá Danmarks Radio er lutfallið millum útvarp og sjónvarp 15 til 85. Hetta merkir at SvF átti at fingið u.l. 200 milliónir at arbeitt við í mun til tað, sum ÚF fær í dag.

Venda vit nú eyguni ímóti einum leisti til at rætta upp uppá hesi tingini, er alneyðugt at koma í minsta lagi upp á byrjunarprísin altso uml. 70 milliónir krónur. Tá stovnurin hevur lagað sítt virksemi til hesi viðurskiftini, kunnu vit fara undir at økja sendiflatuna móti eini heilkvøldsloysn yvir eitt 5 ára tíðarskeið. Um ein tekur saman um allar betringarnar, sum áttu at verið gjørdar, síggja vit, at talan er um fleiri ferðir størri upphæddir enn tær, vit hava at arbeiða við í dag. Hugburðurin um at hyggjaragjald, Gekkur og lýsingar einsamallar skulu gjalda SvF, er als ikki nøktandi, her má ein heilt annar hugburður og vilji til, frá bæði fólkinum á gøtuni og politikarum. At skula spara 3 milliónir á eini fíggjarlóg virkar bara so vónleyst, innantómt og visiónsleyst at tosa um. Vónandi letur hendan greinin eyguni upp fyri nýggjum tankum og møguleikum hjá myndugleikum og viðkomandi fólkum rundan um stovnin.
Eg kann enda við at vísa á, hvat politikarar fyri fáum árum síðani ynsktu sær av sjónvarpinum:


"§ 33 stk. 3-5 eru á sama hátt galdandi fyri sjónvarpið.
Stk. 2. Umframt egnar sendingar kann Sjónvarp Føroya eisini varpa út sendingar, onnur framleiða. Slíkar sendingar koma undir somu treytir, sum nevndar eru í stk. 1. Sjónvarpið skal framleiða ella lata framleiða so nógv føroyskt tilfar sum tilber og málið er, at 1. januar 2001 skal 1/3 av senditíðini verða føroysk framleiðsla."

?og spyrja: var tankin at geva hyggjaranum meira føroyskt tilfar, ella var ætlanin, at vit skulu minka um talið av útlendskum sendingum til okkara tilfar fylti ein triðing?