Jóhannus Pauli II halgimenni

Vatikanið fer í næstum at lýsa fyrrverandi pávan, Jóhannus Páll II, halgimenni. Hann doyði í 2005, 84 ára gamal, og er tann pávin, sum hevur sitið næstlongst.

Italskir miðlar vita at siga, at avgerð er tikin um at lýsa hann halgimenni, tí Vatikanið er komið eftir, at hann gjørdi ikki bara eitt undur, men tvey, og júst tvey undur skulu til, um nakar skal kunna lýsast halgimenni.

Ein bólkur av kardinalum og biskupum vil vera við, at seinna undrið enntá skal vera hent tann 1. mai í 2011 – sama dag sum fyrrverandi pávin varð lýstur sælur at vera.

Í báðum førum snúgva undrini seg um, at sjúkar kvinnur eru blivnar frískar “uttan nakra vísindaliga frágreiðing”.

Nú restar bara ein undirskrift frá núverandi pávanum, Frans, so kann Jóhannus Páll II verða lýstur sum halgimenni í rómversku-katólsku kirkjuni longu í desember.