Í tíðindabrævi boðar Javnaðarflokkurin frá, at Jóhannis Joensen verður valevni til løgtingsvalið.
48 ára gamli Jóhannis Joensen úr Miðvági stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindabrævið í kvøld.
Jóhannis er útbúgvin lærari og skúlastjóri við Sørvágs skúla, umframt at sita sum býráðslimur í Vága kommunu.
Eitt av hjartamálunum hjá Jóhannisi er at varðveita norðurlendska vælferðarsamfelagið.
- Skúlaverkið, heilsuverkið og almannaverkið virka best, um vit brúka skattapeningin til tær vælferðartænastur, sum vit mangan taka fyri givið. Virðingin fyri námsfrøði, undirvísing, sjúkrarøkt, heilsu- og eldrarøkt skal hækkast, sigur hann.
Sum valevni ynskir Jóhannis at leggja dent á javnan vøkstur um alt landið, har allir borgarar veita sítt íkast til eitt samhaldsfast samfelag.










