Jóhannes Eli nýggjur leiðari

Tórshavnar kommuna hevur sett Jóhannes Eli Iversen í starvið sum leiðari í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla frá 1. januar 2006.

Jóhannes Eli er 57 ára gamal, tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1972 og hevur verið lærari í Tórshavnar Kommunuskúla síðan tá, frá 2002 varaskúlastjóri. Harumframt hevur hann fleiri skeið m.a. í leiðslu og fyrisiting.

Umframt lærarastarvið hevur Jóhannes Eli verið lærugreinaráðgevi á Landsmiðstøðini 1989-96. Hann hevur eisini verið í nógvum nevndum, ið hava við skúlaskap at gera, t.d. lesi ætlanarnevnd og í nevndini, ið gjørdi álit um savnsrøkt.

Í 2001 varð Jóhannes Eli Iversen valdur í nevndina í Føroya Lærarafelag, har hann nú er næstformaður. Hann varð formaður 2003-05.