Jóhanna sat við telefonina

Íslendska stjórnin hevur roynt at sissa bretar, niðurlendingar og onnr um, at tey fáa sínar pengar

Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, hevði úr at gera í gjár við at vissa onnur lond um, at Ísland fer at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis umheiminum, hóast forsetin sýtti fyri at staðfesta Icesave-lógina.
Millum annað tosaði Jóhanna Sigurðardóttir við bretska forsætisráðharran, Gordon Brown, niðurlendska forsætisráðharran, Jan Peter Belkemende, og norska forsætisráðharran, Jens Stoltenberg.
Tað var ikki bara forsætisráðharrin, sum hevði telefonsamband við sínar starvsfelagar uttanlands. Eitt nú tosaði , uttanríkisráðharri, eisini við sín bretska starvsbróður, David Miliband, um Icesave-málið.
Herumframt skal stjórnin eisini hava samband við Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um støðuna.