Jóhanna Olsen nú stjóri á US

Í dag tekur Jóhanna Olsen við stjórastarvinum á Umhvørvisstovuni, har hon annars hevur verið deildarleiðari seinastu fýra árini. Hon hevur eisini starvast í átta ár á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

STJÓRASTARV

Fyrr í summar gjørdi landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, John Johannesen, av at seta Jóhonnu Olsen í starv sum stjóri á Umhvørvisstovuni. Hon tekur við starvinum í dag, 1. august 2011.
Jóhanna Olsen er útbúgvin cand. scient í lívfrøði. Harumframt hevur hon tikið masterútbúgving í umhvørvismeting við høvuðsritgerð um lendisplanlegging í Føroyum.

Drúgvar royndir
Nýggi stjórin á Umhvørvisstovuni hevur drúgvar fyrisitingarligar royndir.
Seinastu fýra árini hevur hon verið deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, og fyri hesa tíð starvaðist hon í átta ár á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum umhvørvisviðgeri og deildarleiðari.