Tey hava øll hesi árini búð á Gerðareiði ella í Kráargøtu, sum adressan hevur verið nevnd tey seinastu fleiri enn tríati árini.
Johanna Fredrikka er fødd í 1918, og hon er ættað úr Blásastovu við Gjógv. Mamman var Jørgina Olevina, sum varð fødd Mørkøre og ættað av Eiði. Hon varð fødd í 1883 og doyði í 1941. Pápin var Jóhan Joensen í Blásastovu við Gjógv. Hann var føddur í 1879 og doyði í 1963.
Jóhanna var í miðjuni í systkinaflokki upp á trý. Hini eru Jógvan Sofus Ferjá, sum er føddur í 1913 og býr við Gjógv. Hann er giftur við Dinnufíu, sum eisini er ættað frá Gjógv. Yngst er Berlina, sum er fødd í 1920 og býr í Klaksvík. Hon var gift við Eriki Mørkøre, sála, í Klaksvík.
Christian Frederik er ættaður úr Niðristovu á Norðoyri. Hann var fjórði elstur í systkinaflokki upp á níggju. Foreldrini vóru Christianna M. Christiansen úr Mittúni á Kirkju og Joen Carl Høgnesen, sum var úr Niðristovu. Tey giftust í 1914, og børnini vóru hesi: Karin, Lena, Sámal, Kristian, Frida, Dia, Karl og Elisabeth. Ein onnur genta doyði sum heilt lítil. Trý tey elstu systkini eru nú farin. Kristianna doyði í 1969, og Jóan Karl doyði í 1979.
Jóhanna hevur verið húsmóður, síðani hon og Kristian giftust og fluttu inn í nýbygdu húsini. Hon hevur gott kjølfesti í gamlari føroyskari mentan. Við Gjógv høvdu tey Johan Kallsoy sum lærara, og hann gekk høgt uppí eitt nú at læra næmingarnar fosturlandssangir og ikki minst føroyska rættskriving. Alt hetta hevur Jóhanna havt við sær í sína familju, og hon hevur verið tilvitað um at leggja tað í genturnar báðar. Alskurin til føðibygdina er stórur, og Jóhanna og familjan vitja á hvørjum ári aftur til Gjáar, har hon og systurin eiga barndómsheimið í Blásastovu, sum er væl røkt og framvegis hevur gamla sniðið.
Frammanundan at hon kom til Klaksvíkar, hevði Johanna eitt nú verið í Vági og arbeitt fisk hjá Dahl á Gørðunum. Hon tænti í Havnini undir krígnum, og sambandið út á Oyrar mundi hon fáa, tá ið hon ferðaðist hjá yngru systrini, sum frammanundan var gift norður til Klaksvíkar.
Undir krígnum smíðaði Kristian við Húsa Pól og Jens Vilhelm, men annars var hann sjómaður øll síni mandómsár. Veturin 1947?48 gekk hann á settskiparaskeiði í Klaksvík, og veturin 1948?49 tók hann longdina. Hetta var eisini hjá Fischeri Heinesen, og hetta mundi vera einasta ferðin, at próvtøkan var í Klaksvík. Kristian var bestimaður við Kaj hjá Mortani, sum førdi Dragaberg, og við Skálanesi, sum Óli hjá Dáva førdi. Eisini var hann við Kelduni, sum Karsten í Svínoy førdi.
Saman við bróðrinum Dia og svágrinum Jóan Paula Hansen úr Svínoy hevði Kristian í umleið eina fjórðings øld útróðrarbát. Fyrst var tað Sævarenni, og so var tað Brattenni. Dia var formaður, og Kristian passaði maskinuna og hevði reiðinskapin um hendi.
Síðani hann gavst við útróðrinum, hevur Kristian nýtt sítt hegni sum handverkari, honum hevur dámað væl at floti, og hann hevur framvegis seyð úti á Oyri, har hann dagliga vitjar, og sum hann hevur so nógv góð minni frá. Ikki minst skýmingarløturnar í Niðristovu plagar hann at rógva afturáaftur.
Jóhanna og Kristian eru firðarfólk. Tey eiga tvær døtrar. Kristinbjørg, sum er fødd í 1956, er gift við Magnusi Støylen Isaksen úr Klaksvík. Tey búgva í Hoyvík, og Kristinbjørg er lærari á studentaskúlanum í Hoydølum. Tey eina eina dóttur, sum eitur Jóhanna. Jórun, sum er fødd í 1959, er gift við Mikkjali Joensen úr Klaksvík. Børnini hjá teimum eru Kristian, Jóhan og Sigrið. Jórun er lærari í Skúlanum við Ósánna. Hon umboðar Tjóðveldisflokkin í Klaksvíkar býráði.
Seinnapartin í dag er opið hús hjá yngru dóttrini, sum býr á Garðsenda 23.