Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, hevur í dag kunnað sínar floksfelagar um, at hon gevst sum formaður í Samfylkingini, tá hetta valskeiðið endar, og at hon samstundis fer at taka seg burtur úr landspolitikki.
Jóhanna Sigurðardóttir hevur havt sæti í Altinginum síðani 1978, tá hon varð vald fyri Alþýðuflokkinn, og hon hevur sitið longri í tinginum enn nakrar annar av teimum verandi tinglimunum.
Í 2000 var hon við til at stovna Samfylkingina, og í 2009 gjørdist hon floksformaður. Hon bleiv fyrstu ferð ráðharri í 1987, og síðani 1. februar í 2009 hevur hon verið forsætisráðharri sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð.
Jóhanna Sigurðardóttir fyllir 70 ár tann 4. oktober.









