TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr Jóhann Lützen, fyrrverandi fótbóltsspælara og blaðstjóra á Norðlýsinum taka samanum føroyska avrikið ímóti Ungarn, og avrikið í tí loknu undankappingini.
2) Hoyr André Olsen, ítróttarskrivara og fótbóltsviðmerkjara taka samanum føroyska avrikið ímóti Ungarn, og avrikið í tí loknu undankappingini.
Bæði Jóhann Lützen og André Olsen halda, at avrikið í Budapest í kvøld var á einari góðari leið, um enn vit kunnu iðra okkum um, at eitt mál slapp ígjøgnum. Teir halda báðir, at nógvir góðir og ungir spælarar eru á veg, og framtíðin er tí bjørt hjá føroyska landsliðnum.